Soleiðis livdi Osama Bin Laden

Í níggju ár goymdi Osama Bin Laden seg í Pakistan, áðrenn hann varð dripin av amerikanskum servandum hermonnum. Ein nýggj frágreiðing avdúkar Al-Qaida leiðarans lív í flýggjan.

Tað skrivar norska vg.nett.

Í desember 2001 var amerikansk loyniløgregla í hølunum á Osama Bin Landen. Undir álopunum í Tora-Bora fjøllunum í Afganistan vóru amerikanararnir um reppið av fáa hendur á Al Qaida leiðaranum. Tað skuldi taka næstan 10 ár, áðrenn teir funnu hann aftur.

Eftir amerikanska álopið, sum kostaði Osama Bin Laden lívið, settu pakistanskir myndugleikar eina nevnd sum skuldi kanna út í æsir, hvussu heimsins mest eftirlýsti maður kundi goyma seg í landinum uttan at nakar kendi nakað til tað.

Quatar baseraða tíðindarásin, Al Jazeera, hevur fingið hendur á frágreiðingini hjá nevndini. Samrøður við konurnar hjá Osama Bin Laden, kona til ein av kurerunum, starvsfólk hjá loyniløgregluni og øðrum avdúka, hvussu Bin Laden livdi.

Bin Laden slapp undan amerikanarunum í 2001 og tók seg tvørtur um markið inn í Pakistan. Tað er sambært frágreiðingini ógreitt, hvar Osama Bin Laden var fyrstu mánaðirnar. Kona kurerin, Ibrahim al-Kuwaiti, greiðir frá, at hon ferðaðist við einum glattrakaðum manni frá Peshawar til Swat dalin, og hesin maðurin vísti seg at vera Osama Bin Laden.

Her kom Bin Laden saman við triðju konu sínu, Amal Ahmad Abdul Fattah al-Sadah. Tey skulu hava búð saman í dalinum í seks til átta mánaðir. Pakistanska politiið var um at fáa fatur á Bin Laden um hetta mundi.

Á veg til ein staðligan basar bleiv bilurin hjá Bin Laden steðgaður av politinum fyri at hava koyrt ov skjótt. Bilførarin hjá Bin Laden fekk tó skjótt greiði á trupulleikanum og kundi koyra víðari. Lokali politisturin visti ikki, hvussu nær hann var við at skriva seg í søgubøkurnar.

Í mars 2003 bleiv Khalid Sheikh Mohammed handtikin av amerikanskari loyniløgreglu. Ein mánað undan tað hevði Mohammed verið á vitjan hjá Bin Laden í Swat dalinum. Tíðindini um handtøkuna skulu hava skapt óró í Bin Laden leiðrinum og Al Qaida leiðarin fór tá undir heilt. Hvar hann var hesa tíðina er framvegis ikki greitt.

Tríggjar mánaðir seinni hevði Bin Laden sett búgv í einum húsum í útjaðaranum av býnum Haripur. Har búði Bin Laden eisini við aðru konu síni, Siham Sabar, og trimum børnum. Tey skulu hava búð í einum stórum tvær hæddirs húsum, og triðja konan skal hava føtt tvey børn í húsunum.

Meðan tey búðu har nýttu menninir ongantíð fartelefonir. Í staðin ferðaðust teir millum 65 og 150 kilometrar til Peshawar ella Rawalpindi, har teir brúktu almennar telefonir. Sjónvarp fingu tey gjøgnum parabolir og eingin slapp á vitjan.

Í Haripur planlegði Bin Laden og hansara fólk keypið av húsunum í Abbottabad, har hann seinni bleiv myrdur.

Arbeiðið upp á húsið byrjaði sambært frágreiðingini í 2004, og stóri bygningurin stóð liðugur tvey ár seinni. Tveir brøður í hópinum hjá Bin Laden forkláraðu seks metur høga múrin kring húsini við, at teir vóru í einum familjustríði. Í august 2005 fluttu tey inn í húsið, har Bin Laden livdi restina av lívinum.

Bin Laden fylgið gekk ógvuliga stillisliga við hurðunum fyri ikki at blíva uppdagað í Abbottabad. Undantikið ein av grannunum slapp eingin inn um múrarnar. Fýra el- og gassmálarar vóru settir upp so myndugleikarnir ikki skuldu finna út av, hvussu nógv fólk búðu í húsunum.

Bin Laden sjálvur gekk við cowboy hatti so hann ikki skuldi kunna kennast umvegis satelitt, sambært frágreiðingini.

Bin Laden skal ongantíð verða farin út um múrarnar tey seks árini hann búði í Abbottabad, hóast søgur um nýra- og hjartatrupulleikar. Al Qaida leiðarin skal heldur ikki havt vitjan av lækna. Ein part av tíðini skal hann hava nýtt at læra børnini um religión og havt kappingar í at velta grønsakir.

Bert fá í fylginum hjá Bin Laden fingu loyvi yvirhøvur at sleppa út um múrarnar. Kvinnurnar fingu bert loyvi at hittast 15 minuttir um mánaðin, annars livdu tær einsæris saman við sínum monnum. Ein níggju ára gomul dóttir i fylginum møtti einaferð Bin Laden inni í húsunum, og í ræðslu fyri at koma at siga okkurt, slapp hon ongantíð aftur inn í høvuðsbygningin.

Hóast stóra loynidómin skal Bin Laden hava havt samband við aðrar greinar av Al Qaida netinum. Sambandið fekst elektroniskt umvegis kurerar. Tað var hetta sambandið, ið loksins førdi loyniløgregluna á sporið av Bin Laden. Sambært frágreiðingini kláraði CIA at avlurta samrøður, ið kurerarnir gjørdu í telefonboksum.

Um náttina 1. mai 2011 tóku amerikanskar servandar herdeildir seg ólógliga inn í Pakistan frá herstøðum í Afganistan. Úr tveimum tyrlum tóku hermenninir seg inn í bygningin, har teir at enda funnu mannin við loyninavninum »Geronimo«. Heimsins mest eftirlýsti maður var funnin og dripin.

Frágreiðingin er hugtungur lesnaður fyri pakistansku myndugleikarnar. Ein blanding av grovum ódugnaskapi og eitt stórt varni hjá Bin Laden gjørdi, at myndugleikarnir ikki kláraðu at finna út av, at hann var har. Sambært frágreiðingini høvdu fleiri statsligir stovnar nóg mikið av upplýsingum til at vita, at okkurt illgrunasamt fór fram í bygninginum.

Antin var Osama Bin Laden óvanliga heppin ikki at renna seg í onkran, ið gjørdi sítt arbeiði til lítar, ella var talan um fullkomið kollaps hjá lokalu myndugleikunum. Ein effektiv loyniløgregla hevði fingið samband við ella infiltrerað netverkið hjá Bin Laden, skrivar nevndin í síni frágreiðing.