ÍF er FM-vinnari í flogbólti hjá monnum. Tað er veruleiki aftaná fuglfirðingar vunnu 3-2 í fyrru FM-finaluni og 3-1 í seinnu FM-finaluni. Mjølnir vann annað sett, og var væl við í triðja settið, men í fjórða settið vann ÍF knúsandi trygt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Jens Heri Bolstad Mortensen var viðmerkjari, og hann tók samanum finaluna.
Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar hjá ÍF, Magnus Tausen formann í FBF og steypahandanin hoyrast HER
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jón Syderbø hjá Mjølni hoyrist HER
Pætur Albinus skrivaði soleiðis um FM-finaluna fyrr í kvøld:
ÍF – Mjølnir 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-12)
1. sett:
ÍF fekk ta betru byrjanina og kom á odda 5-2. Mjølnir svarar aftur og javnar við støðuna 8-8. Liðini fylgjast til 10-10, men tá dregur ÍF frá aftur og vinnur fyrsta sett 25-19.
2. sett:
Hesaferð er tað Mjølnir, ið fær greitt betru byrjanina og leggur seg á odda 8-3 áðrenn ÍF tekur timeout. Hetta hjálpir, tí ÍF vinnur næstu fýra bóltarnar og minkar niður í 8-7, men síðani tekur Mjølnir sær um reiggj og byggir sær stóra leiðslu. Eina løtu eru teir á odda heili 21-10, og hóast ÍF berjir seg væl innaftur í settið, so endar tað við, at Mjølnir vinnur tað 25-22 og harvið javnar til 1-1 í settum.
3. sett:
Aftur leggur Mjølnir væl frá landi og er á odda 7-2, tá ið ÍF etur seg inn á teir aftur og javnar við støðuna 11-11. Mjølnir fær lítla yvirvág, men annars er tað stavn um stavn til 20-20, tá ÍF fer framum við tveimum, men verða tiknir aftur við støðuna 22-22. Hesa løtuna kann tað fara báðar vegir, men tað er ÍF, sum dregur longra stráðið og vinnur triðja sett 25-22.
4. sett:
Í hesum settinum er eingin ivi. Mjølnir er bara við fyrstu løtuna, tí so dregur ÍF frá og við frálíkum flogbólti stevna teir ímóti FM-heitinum og taka vónina frá einum uppgevandi Mjølnir-liði. ÍF vinnur settið 25-12, dystin 3-1 og finalurøðina 2-0. ÍF er føroyameistari 2018.