TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av sigursmálinum hjá Skála, tá Ari Olsen tryggjaði Skála øll trý stigini í týðandi botnuppgerðini ímóti AB á Skála í dag.
Eliasar Olsen, fyrrverandi venjari hjá Skála var viðmerkjari til frásøgnina hjá Tróndi.
Skála og TB eru røttumegin niðurflytingarstrikuna við 13 stigum hvør. AB er næstaftast við níggju stigum, og B68 er aftast við seks stigum.