Soleiðis ljóðaði tað tá Dráttur vann 3-0 á KÍF

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Dráttur vann 3-0 á KÍF í tí fyrru FM-finaluni, sum var spæld í høllini á Hálsi í Havn.

 

Hilmar Jan Hansen segði frá, og Tóra Olsen var viðmerkjari. Vit hoyra hvussu tað ljóðaði, tá teir avgerandi bóltarnir fóru í gólvið í teimum trimum settunum.

 

Tað var KÍF, sum legði betur fyri og kom á odda 5-1, men so kúgvendist gongdin, og Dráttur kom á odda heili 23-9. Hesa løtuna var tað Petra S. Hansen, ið servaði eina ørgrynnu av servum á rað. Dráttur vann fyrsta sett syngjandi 25-10.

 

Aftur í øðrum setti var tað KÍF, ið fekk tað bestu byrjanina, men Dráttur spældi seg upp á javnt 10-10. Í avgerandi løtunum í settinum vísti Dráttur seg at vera stinnari, og tær vunnu eisini hetta settið 25-21 og komu tískil á odda 2-0 í settum.

 

Triðja sett byrjaði KÍF eisini betur, men einans nakrar fáar bóltar, tí so tók Dráttur við leiðsluni og helt hana fram til at KÍF javnaði við støðuna 18-18. Tá gekk tó ikki longur hjá KÍF, tí Dráttur repaði aftur seglini og vann hetta settið 25-19 og harvið fyrru FM-finaluna 3-0.