TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Føroyar vunnu ein minniligan 2-1 sigur á Turkalandi.
Tróndur Arge segði frá dystinum, og Liljan av Fløtum var viðmerkjari.
Í ljóðbrotinum hoyra vit:
1) 0-1 málið hjá Turkalandi
2) 1-1 málið hjá Rannvá B. Andreasen
3) 2-1 málið hjá Milju Simonsen
4) Løtuna tá Rannvá B. Andreasen brendi brotsspark
5) Seinastu løtuna av dystinum, tá ungarski dómarin bríkslaði dystin av
6) Vit hoyra Liljuna av Fløtum taka samanum framúrskarandi føroyska avrikið