Soleiðis sær út tá Landsverk ruddar kava

Myndasavn, sum vísir vetrarhaldi hjá Landsverki

Illveðrið hósdagin hevði millum annað við sær, at nógvur kavi legðist um landið. Fleiri vegir blivu stongdir, tí ikki bar til at grava í illveðrinum og Oyggjarvegurin var stongdur í fleiri dagar.

 

Maskinførararnir hjá Landsverki hava tí havt úr at gera við at rudda kava seinastu dagarnar, men onkrir av teimum hava kortini tikið sær stundir til at taka nakrar myndir á túrunum.

 

Myndirnar eru frá ávikavist Oyndarfjarðarvegnum, Oyggjarvegnum og Selatraðarvegnum.