Soleiðis stóð í Dimmu um norsku Ann sum varð dripin

Tíðindastubbi frá 1967

Gongst sum ætlað, so verður sendingin um norsku Ann Alfredsen, sum varð dripin við byrsuskoti í 1967 í Havn, víst í Kringvarpinum í næstum. Tað er Suni Merkistein, sum hevur gjørt sendingina "Ást fjalir lýti”.

 

 

Hann greiðir frá, at hann altíð hevur havt áhuga í hendingini, og áhugin varð av álvra kveiktur, tá hann sá stubban um hendingina úr Dimmalætting frá 1967. Onki varð annars skrivað um hendingina í øðrum miðlum um tað mundið, hóast hetta var fyrsta morð í Havn í 300 ár. Hetta kveikti av álvara áhuga hansara í hendingini av nýggjum, tí hvat er tað sum ger, at eitt samfelag í samráð samtykkir at tiga eina slíka hending burtur, spyr hann.

 

 

Soleiðis skrivaði Dimmalætting um hendingina 20. juni í 1967:

 

 

"Leygarmorgunin um átta-tíðina ljóðaðu úr einum húsum í Havn tvey skot, sum kostaðu einari ungari kvinnu og einum ungum manni lívið. 

 

 

Boðini um, at nakað álvarsamt allarhelst longu varð hent, komu til løgregluna frá einum av teimum sum búði í hesum hesum somu húsum at siga beinanvegin.

 

 

Gentan, hin 22 ára gamla Anna Margretha Alfredsen, vanliga nevnd Ann, var kvøldið fyri leitað inn til eina vinkonu sína, sum eisini búði í húsunum og bað um at sleppa at sova inni har, tí at hon ræddist fyri at vera einsamøll.

 

 

Leygarmorgunin var hon farin inn á egna kamar sítt eftir klæðunum, hon skuldi fara í. Tá var drongurin, ið hon hevði ræðst at hitta einsamøll komin inn har, gjøgnum vindeygað, og hann hevði riflu hjá sær.

 

 

Hvat í síðan hendi, dugir eingin beinleiðis at siga. Men við stuttum millumbili hoyrdust tvey byrsuskot haðanifrá.

 

 

Tá ið fólk komu inn vóru bæði Ann og drongurin deyð av rifluskoti. Tey vóru so skjótt sum gjørligt heintað av ambulansunum frá Dronning Alexandrines hospitali.

 

 

Tey bæði ungu, sum her mistu lív, høvdu verið væl til fyri fáum vikum síðani. Tá hevði gentan kvittað kennskapin, og síðani hevði drongurin verið djúpt deprimeraður, verður sagt.

 

 

Ann Alfredsen, sum er norsk, fødd í býlinginum Ardalstangen í Vesturnoreg, kom til Føroyar fyri 6 árum síðani sum frisørdáma og fall so væl til í Føroyum, at hon hevði avgjørt at verða verandi. Í løtuni fyristóð hon mestsum eini frisørsalon í Havn.

 

 

Drongrin, sum var 1ár eldri, hevði tikið preliminerprógv í Havn og gekk nú á læraraskúlanum. Hon var søgd at vera dámlig og ljóslynt: dámligur var eisini hann, men knapt so ljóslyntur, verður sagt av teimum, sum umgingust hann.

 

 

Tað er ilt at skilja, hví ein sorgarleikur sum hesin, hin álvarsligasti av slíkum slagi í mannaminni, skuldi koma at henda. Og stór er samkenslan við teimum, sum á so syndarligan hátt skuldu koma at missa."

 



Les eisini

 

Skrivað úr Føroyskari søgu eftir at hon varð dripin og

 

Ynskja ikki at sending verður víst í Kringvarpinum