TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Óla G. Samuelsen, frásøgumann hjá Rás2 siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum í 3-1 sigrinum hjá føroyska U20 manslandsliðnum ímóti Íslandi í EM-undankappingini, ið er í Føroyum í hesum døgum. Kristian Mikkelsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók eisini samanum tað góða føroyska avrikið.
Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar ímóti Skotlandi, og sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar ímóti Luksemborg, ið verður mett at verða sterkast liðið í kappingini.
Óli G. Samuelsen sigur frá báðum dystunum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við føroysku spælararnar, Julian Vest Niclasen og Ragnar Weihe, og samrøðan hann gjørdi við formannin í FBF, Magnus Tausen hoyrast HER
Føroyar – Ísland 3-1 (25-17, 25-23, 18-25, 25-18)
Skráin hetta vikuskiftið:
Leygardagin 24. mars:
Kl. 14.00 Ísland - Luksemborg
Kl. 17.00 Føroyar - Skotland
Sunnudagin 25. mars:
Kl. 14.00 Skotland - Ísland
Kl. 17.00 Luksemborg - Føroyar