Soleiðis fer hann at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina

Á summum túrum hava ferðafólk framíhjárætt – men kafeteria verður ikki opið á øllum túrunum

Tað er nú greitt, hvussu Herjólfur 3 fer at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina tá ið Smyril er í dokk tann 19. august. Hann skal sigla fyri Smyril í 44 dagar, til mánadagin 3. oktober, tá ið ætlanin er, at Smyril skal vera klárur at seta aftur í sigling.

 

Herjólfur fer at sigla tríggjar túrar um dagin. Hann fer av Krambatanga hvønn morgun klokkan seks, hvønn seinnapart klokkan, 14 og hvørt kvøld klokkan 22. Hinvegin fer hann av Havnini hvønn fyrrapart klokkan 10, hvønn seinnapart klokkan 18 og klokkan tvey um náttina.

 

Smyril siglir seinasta túr, fríggjadagin 19. august klokkan 18.30 av Havnini og suður á Krambatanga. Tað merkir, at túrurin av Krambatanga klokkan 21, verður ikki sigldur.

 

Herjólfur fer sostatt undir sigling leygarmorgunin 20. august, tá ið fyrsti túrur er av Krambatanga klokkan seks á morgni.

 

Strandferðslan sigur, at á túrunum um dagin hava ferðafólk, privatbilar, og smærri vørubilar framíhjárætt. Tó sleppur átrokandi farmaflutningur og bráðneyðugur flutningur við eftir nærri avtalu við Strandferðsluna. Hinvegin verður sera avmarkað pláss til húsvognar og størri viðfestisvognar.

 

Túrarnir klokkan 22 av Krambatanga og klokkan tvey á nátt úr Havn, eru farmatúrar, har farmur hevur framíhjárætt. Tó kunnu ferðafólk sleppa við hesar túrar, men tað verður avmarkað pláss til privatbilar og smærri vørubilar hesar túrar.

 

Hinvegin hevur sjúkraflutningur framíhjárætt á øllum túrum.

 

Strandferðslan sigur, at kafeteria er opið í sambandi við túrarnar um dagin, men ikki á túrinum av Krambatanga klokkan 22 og úr Havn klokkan tvey á nátt.

 

Farmatúrarnir týsdag og mikudag klokkan 22, og klokkan tvey á nátt, verða sigldir eftir tørvi – og teir eru eisini treytaðir av, at tað ikki er neyðugt við viðlíkahaldið umborð, ella bunkring, og øðrum.

 

Tað verður heldur einki busssamband í Suðuri tá ið hann kemur á Krambatanga á náttartúrinum úr Havn.

 

Frá 10. august ber til at bíleggja sær ferðaseðil til ferðafólk og privatbilar á internetinum.