Tað ber væl til hjá føroyingum at klára seg sjálvar. Og tað skal lítið til.
Tað staðfestir Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og formaðir floksins.
Hann vísir páhaldinum hjá Bárði á Steig Nielsen aftur, tá ið hann á her á www.in.fo sigur at enn hava tjóðveldisfolk ikki kunnað greitt frá, hvussu loysingin skal fíggjast.
Høgni Hoydal vísir á, at í løtuni er danska ríkisveitingin bara fýra oyru av hvørjari krónu, vit framleiða í Føroyum. Sostatt er danska ríkisveitingin bara 4 prosent av tí vit framleiða, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Men hann sigur, at einar sjálvstøðugar Føroyar fáa nógv fleiri inntøkumøguleikar, enn vit hava í ríkisfelagsskapi við Danmark. Eitt dømi um eina inntøkukeldu, er loftrúmið yvir Føroyum.
Men Høgni Hoydal sigur, at tað er ein sannroynd, at so hvørt sum búskapurin veksur, veksa inntøkurnar hjá landskassanum eisini.
Og Tjóðveldi hevur skotið upp, at hvørja ferð ein eyka króna kemur í landskassan í inntøku, skal helvtin fara til at minka donsku ríkisveitingina og helvtin skal brúkast til at styrkja búskapin og til onnur viðurskifti.
- Hevði búskapurin vaksið soleiðis sum hann er vaksin, ella 3-5 prosent um árið, hevði tað bara tikið eini seks ella átta ár at gjørt okkum leys av donsku ríkisveitingini við teirri gongdibi sum er nú.
- Men tann stóra gølan er, at vit hava politikarar, sum beinleiðis hava til endamáls at prógva, at vit kunnu ikki klára okkum sjálvi, sigur Høgni Hoydal.
- Tað er hesin hugburður, sum hevur rent samfelagið á heysin, ferð eftir ferð. Og rokningin verður send til meiniga føroyingin ímeðan ríkisveitingin verður brúkt til at ríka tey upp, sum longu hava mest frammaundan, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal sigur, at vit hava prógvað í árini frá 1998 og frameftir., at tað ber væl til hjá føroyingum at fíggja okkara egna samfelagi
- Eisini aftan á, at vit skerdu ríkisveitingina, prógvaðu vit, at prátið um, at vit ikki klára okkum. eru bara ræðumyndir. Oljan var dýr, rentan var høg og øll alivinnan fór á húsagang. Men tann ræðumyndin, Sambandsflokkurin prædikaði, hendi ikki, staðfestir hann.
Eisini Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heitir á Bárð á Steig Nielsen um at seta seg inn í tey uppskot til fíggjarlógir, Tjóðveldi hevur skotið upp og at seta seg inn í tey uppskot um nýskipanir, flokkurin hevur skotið upp.