Soleiðis ”lumpaði” Bill seg toppkarakter í skúlanum

Bill Justinussen fekk hægsta karakter í russiskum á studentaskúlanum, men tað var ikki tí at hann var so grovur í russiskum

At ganga á studentaskúla snýr seg ikki bara um at fáa góðar karakterir. Tað snýr seg eisini at koma so lætt burtur úr tí, sum gjørligt.

 

Tað viðgongur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Tinglimir høvdu hug at taka sær av løttum í tinginum í gjár, táið teir umrøddu spurningin um at økja talið á próvtøkulærugreinum í miðnámsskúlanum.

 

Bill Justinussen staðfesti, at tíðin á miðnámsskúlanum er eisini ein menningartíð og tað er eisini ein spurningur um at læra at fóta sær í lívinum.

 

- Ein partur av tí at ganga á miðnámsskúla er eisini at royna at fáa teir høgu karakterirnar- so lætt sum gjørligt, sigur hann.

 

- Tað er ein partur av lívinum, at vit royna at vinna okkum fyrimunir, segði Bill Justinussen. Og tað gera politikarar eisini, legði hann afturat.

 

Sjálvur er hann eitt gott dømi um tað, tí hann fekk hálvavegna lumpað seg til eitt 13 tal í russiskum, hóast hann langt frá dugdi so væl í russiskum, at hann hevði uppiborið sop høgan karakter.

 

Ongin av okkum dugdi nakað serligt, men vit løgdu eina snilda ætlan, sum bar í sær, at øll fingu betri karakter, enn vit áttu aktikkurin. Og taktikkurin var at lata tann vánaligasta næmingin fara upp fyrst, tí so varð støðið líkasum lagt.

 

- Tað hendi seg, at hann fekk eitt sjey tal. Av røttum átti hann at fáa eitt null, ella kanska trý. Men úrslitið av at hann fekk sjey, var, at allir hinir næmingarnir máttu so fáa hægri karakter, tí teir dugdu betri.   

 

- Eg var síðstur inn og tá høvdu lærarin onki val uttan at geva mær 13. Tað var ikki tíð at eg dugdi so væl russiskt. Tað var tí, at vit høvdu lagt eina ætlan fyri allan flokkin, sum gav okkum øllum hægri karakter, enn vit høvdu uppiborið, fortaldi Bill Justinussen løgtingslimum.

 

- Hendan próvtøkan lærdi okkum nógv annað enn russiskt. Hetta lærdi okkum týdningin av at seta okkum eitt mál, og at leggja eina felags ætlan, til fyrimunar fyri øll, legði hann afturat.