Í dag gevur Zakarias Wang bók út um hvussu sjálvstýrið Føroya varð tikið frá okkum.
Bókin er á enskum og kallast “The First Salute for the Independent Faroe Islands”. Heitið, og fyrsti kapitul í bókini, eru um tá ið bretska hernaðarskipið, Simpson, lá á Havnarvág og strikaði Dannebrók á formastini og vant Merkið í húnar hátt.
- Hetta hendi tann 19. september 1946 og var fyri at heilsa løgtinginum, sum svaraði eins og siðvenja er, tá ið skip heilsa einum sjálvstøðugum landi.
Í bókini greiðir Zakarias Wang frá, hvussu okkara sjálvstøða varð tikin frá okkum.
- Út frá samtíðarkeldum verður prógvað, at tann sum var meistarin fyri hesum, var danski varaforsætisráðharrin Thorkil Kristensen, sigur Zakarias Wang.
Í Fróðskaparritum 2009 hevði høvundurin eina grein um at orsøkin til, at Grønland, Føroyar og Ísland vórðu skild frá Noreg fyri fyri tveyhundrað árum síðani, var, at bretar, av ókendum orsøkum, kravdu at fáa oynna Helgoland frá danska ríkinum.
Hetta fekk Karl Johan, svenskan trúnfylgjara og herovasta, til at sleppa hesum norsku oyggum í Norðurhøvum afturfyri.
Harumframt er ein grein um tað, norskir og danskir søgumenn hava sagt um ørsøkina til hesa hending.
Har verður víst á, hví teir stjórnmálamenn, sum hava stýrt Føroyum, ikki hava sæð til, at tey, sum her vaksa upp, kunnu liva við sømd í føðilandinum.
|
Orsøkin er, at fyri yvir hundrað árúm síðani valdu vit føroyingar skeiva leið við at taka við donskum stuðul til okkara stýri at spæla sær við, sigur Zakarias Wang.