Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við, at tað verður hampuliga gott veður í dag

Danska veðurstovan DMI sigur, at veðrið verður hampuliga gott í dag – serliga sum dagurin líður.

 

DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av norði, minkandi niður í 3-8 m/s av norði ella av ymsum ættum. Samdrigið, regn, tám og mjørki, seinnapartin mest turt. Í kvøld og í nátt 3-8 m/s av ymsum ættum. Skýggjað og tám ella mjørki. Hitin verður millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin vera undir 6 m/s av ymsum ættum, seinni 5-10 m/s av eystri. Samdrigið og í støðum mjørki, seinni regn. Hitin verður millum 10 og 13 stig.