Hóast hann hevur verið burturi við skaða í tvey ár, so ivaðaist Åge Hareide ikki, tá hann skuldi taka sín landsliðshóp út til komandi avbjóðingina móti Brasil. Ole Gunnar Solskjær skuldi við í hópin.
Hetta var venjarin í Manchester United, Sir Alex Ferguson, alt annað enn fegin um. Hann vísti á, at Solskjær meira enn nakað hevur tørv á hvíld, men Hareide vildi hava áleyparan við kortini. Og tað fekk hann eisini. Solskjær segði alt fyri eitt, at hann fegin vildi við landsliðnum, og so kann norskur fótbóltur fegnast um, at ein av bestu spælarunum í fótbóltssøguni hjá landinum nú aftur kann tørna út fyri tjóðina.