Soltið føroyskt vikuskifti

Tað gongur stak væl hjá AaB, men tað gongur einki serligt hjá teimum báðu føroysku landsliðsspælarunum, sum eru á lønarlistanum í felagnum í Aalborg. Mikukvøldið varð AaB varpað úr steypakappingini eftir brotssparkskapping í Vejle. Ta ferðina vóru bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen á AaB liðnum. Í gjár var hvørgin føroyingurin í ferðalagnum til Randers. Næstbesta AaB liðið hevði leygadagin vitjan av Thisted, sum er oddalið í 2. deild vestur. AaB, sum undan 14. umfari var á triðja plássi, tapti 2-0.