Sólvit Nolsø fer úr landsstýrinum

Sólvit Nolsø hevur í dag boðað løgmanni frá, at hann ynskir at verða loystur úr starvi sum landsstýrismaður

 

Enn ein avleiðing av innanhýsis stríðnum í Fólkaflokkinum fekk í dag ta avleiðing, at Sólvit Nolsø hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum og upp í Framsókn.

Fyri 13 døgum síðani fekk hann 323 atkvøður á Fólkatingsvalinum fyri Fólkaflokkin.

Sólvit Nolsø stillaði ikki upp til seinasta løgtingsval. Tá starvaðist hann sum blaðmaður á Sosialinum og á in.fo. Seinni fór hann í Kringvarpið, men fyri tveimum árum síðani fór hann í starv sum skrivari hjá Fólkaflokkinum.

Eftir rokið í Fólkaflokkinum undan jólum, tá Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard løgdu landsstýrissessirnar frá sær – fyri at trýsta Anniku Olsen úr Løgtinginum, gjørdist Sólvit Nolsø landsstýrismaður í almannamálum. Løgmaður hevur tikið umsóknina til eftirtektar og hevur loyst hann úr starvi - og tað verður so løgmaður sjálvur, sum skal umsita almannamál til nýggj samgonga er skipað.

Fólkaflokkurin gjørdi sær ómak ikki at taka fólk úr tingbólkinum til landsstýrissessirnar, tí Annika Olsen skuldi haldast uttanfyri. Tí vórðu Sólvi Nolsø og Árni Skaale settir í teirra stað.

Men tá Jørgen Niclasen varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í februar og tí mátti frá sum landsstýrismaður, bar til hjá Una Rasmussen at fara úr Løgtinginum og í landsstýrið, tí tá kom Jørgen Niclasen í hansara stað í Løgtinginum.

Sólvit Nolsø tók við sum landsstýrismaður 5. januar í ár. 

At Sólvit Nolsø ikki hevur sitið í eitt ár í landsstýrinum merkir, at hann bara fær løn í tríggjar mánaðir og ikki í seks mánaðir, sum hann hevði fingið, um hann sat í starvinum til 5. januar.

Í grein 2 løgtingslóg um samsýning og eftir landsstýrismanna stendur soleiðis:

§ 2. Tá landsstýrismaður fer frá fær hann landsstýrismannasamsýning eftir hesi reglu:

0-1 ár: 3 mánaðir

yvir 1 ár: 6 mánaðir

Stk. 2. 4) Fær landsstýrismaður í fráfaringartíðarskeiðnum samsýning ella bíðipening sum løgtingsmaður, verður henda inntøkan mótroknað í fráfaringarlønini.