Sonja Jógvansdóttir hevur gjørt ov skjótt av

Hetta er at gera nakað skjótt av. Tað heldur Helena Dam á Neystabø, sum er framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin í umstrídda málinum um løgfrøðiligt kynsskifti.

 

Tað er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, sum hevur lagt uppskotið fram, og sum ber í sær, at menn, ið føla seg sum kvinnu, kunnu søkja um at fáa nýtt p-tal og nýggjan samleika sum kvinna, og øvugt.

 

Helena Dam á Neystabø fegnast um broytingarnar í hjúnabandslógini og hon heldur, at vit eiga at halda fram at gera okkara samfelag rúmsáttari. Og eru tað fólk, sum føla, at tey hava skeivt kyn, eiga vit at gera nakað við tað. Men hon ivast í um akkurát hetta er tann gongda leiðin og hon heldur, at hetta uppskotið upp á hálva aðru síðu er eitt ov tunt grundarlag at gera tað á.

 

Hon vísir á, at áðrenn løgfrøðiligt samskiftið varð samtykt í Danmark, varð málið útgreinað í tvey ella trý ár, har hugsað var at alskyns samfelagsins og mentanarlig viðurskifti, bæði spurninginum um javnstøðu, navnalóggávu, foreldramyndugleika, barnsburði og alt annað.

 

Tí heldur hon, at hon, at ein grundleggjandi broyting, sum hendan, eigur ikki at vera sett í verk, fyrr enn alt hetta útgreiningararbeiðið er gjørt. Og hon heldur, at tað hevði verið sjálvsagt, at etiska ráðið tók hendan spurningin upp, tí vit skylda okkum sjálvum, og teimum tvørkyndu, at geva okkum stundir til at viðgera málið út í æsir. Bara soleiðis ber til at taka eina upplýsta avgerð, segði hon.