Sonja svevur væl

Fyrsta viðgerð av uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir um at kunna draga fakfelagslimagjald frá í skatti bleiv í dag beint í fíggjarnevndina.

 

Sonja Jógvansdóttir væntar, at uppskotið, sum bleiv felt beint fyri jól, fer at blíva samtykt hesaferð.

- Vit hava gjørt eina avtalu við samgonguna um, at hetta skal gjøgnumførast. Tað var bara tilvildin sum gjørdi, at tað ikki bleiv áðrenn jól.

 

Tá uppskotið kom til aðru viðgerð áðrenn jól var Kristin Michelsen burturstaddur og tí fekk uppskotið einans 16 atkvøður fyri. Av tí at øll andstøðan atkvøddi ímóti fall uppskotið. Ein meiriluti í Løgtinginum valdi tó at víkja frá øllum siðvenjum og loyva, at sama mál bleiv lagd fyri tingið enn einaferð og tí er tað komið til fyrstu viðgerð aftur í dag.

- Flokkarnir, sum eru í samgongu, hava, í hvussu so er meðan teir vóru í andstøðu, verið heitir fyri tí. Nú hevur man so møguleikan at vísa tað í verki. Sum samfelagið haldi eg, at tað er rætt, at vit senda eitt signal út til arbeiðsmarknaðin, at vit virða og stuðla, at vit hava ein so væl skipaðan arbeiðsmarknað, sum vit hava. Tí skuldi tað verið sjálvsagt, at sjálvandi skulu løntakararnir eisini fáa ein frádrátt, tá arbeiðsgevararnir fáa, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.