Klokkan 16.00 í dag verður drigið lut til bólkarnar sum skulu spæla undankapping til EM-endaspælið í 2022.
32 lið stríðast um 20 tøk pláss, og við rætta hepninum, kunnu møguleikar hómast fyri Føroyum til EM-endaspælið í Ungarn og Slovakia.
Liðini eru býtt í fýra styrkisbólkar, ið síggja soleiðis út:
1 Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.
2 Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.
3 Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.
4 Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.
in.fo hevur biðið landsliðsvenjaran seta sær ynskis- og marrubólkarnar upp.
Dreymabólkurin hjá Sonna Larsen sær soleiðis út.
Týskland
Serbia
Belgia
Føroyar
Marrubólkurin hjá Sonna Larsen er hesin:
Norra
Portugal
Pólland
Føroyar
Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki og tey fýra bestu á triðja plássið, spæla seg víðari til EM-endaspælið, sum verður leikt í Ungarn og Slovakia í 2022.
FM1 fylgir lutakastinum beinleiðis millum 16 og 17. Hoyr FM1 við at trýsta HER.
Evropiska hondbóltssambandið stroymir lutakastið á youtube. Sí niðanfyri.
##med2##