Sonurin doyði av feildosering

Tann 5. januar í 1997 andaðist tann 19 ára gamli Kenneth á Regni Højgaard á viðgerðarheiminum Heilbrigdið av einari feildosering. Eini hjún høvdu mist teirra elsta son og trý systkin ein beiggja. Hetta sendi alla familjuna í eina djúpa kreppu, men í øllum sorgarleikinum høvdu tey tó megina til at kempa fyri at fáa svar upp á spurningin, hví sonur teirra doyði

Okkurt gekk heilt galið í móttøkurúminum á lítla viðgerðarstovninum Heilbrigdið fríggjakvøldið tann 3. januar 1997. Starvsfólkið tekur ímóti Kenneth á Regni Højgaard. Nakað seinni kemur læknin. Fyriskipanin er soleiðis, at ongin kann innleggjast á Heilbrigdið, fyrr enn lækni hevur hugt eftir honum. Bæði starvsfólk og lækni eru ikki í iva. Her er talan um ein rúsevnismisnýtara í tí tyngra klassanum, og tí verður Metadon givið Kenneth fyri at stilla nervarnar, og fyri at halda ta ringastu uppisetursørskuna (abstinensirnar) burtur. Ein slík læknalig meting verður vanliga gjørd út frá, hvussu høgt blóðtrýst sjúklingurin hevur, tá hann verður innlagdur.
Yvir 4000 innleggingar hava verið á Heilbrigdinum seinastu 19 árini, so tey vita, hvat tey hava við at gera. Tey hava drúgvar royndir hesum viðvíkjandi. Av hesum mongu túsund innleggingunum hava tey hugt í eyguni á hundraðtals rúsevnismisnýtarum. Tó fríggjakvøldið 3. januar 1997, tá stovnurin var 12 ára gamal, gekk okkurt heilt galið.
Metingin vísti seg at vera skeiv og fær vanlagnuavleiðingar fyri Kenneth, sum ongantíð raknar rættuliga við aftur. Sunnumorgunin 5. januar er hann deyður.

Ósvaraðir spurningar
Foreldrini Jóna og Hans Højgaard siga, at tey stóðu við einari ørgrynnu av spurningum, men svarini, sum tey fingu, kundu tey ikki taka til takka við,tí soleiðis kendu tey ikki teirra son.
Dagin eftir, at Kenneth var deyður, fekk Jóna at vita frá Heilbrigdinum, at sonur hennara var so langt úti í misnýtslu, at har var millum lítið og onki at gera. Men tað vildi hon ikki hava liggjandi á soninum, tí tað kendi hon onki til. Seinni fingu tey eisini prógvað, at hetta var ikki rætt.
Tey bóðu um eina líkskoðan av Kenneth, sum seinni staðfesti, at sonurin hevði fingið ov mikið av einum viðgerðarevni á heiminum. Øði kom í tey, og trongdin til rættvísi og til at reinsa sonin førdu við sær eina trý ára langa rættarsak. Hendan endaði við, at læknin, sum hevði havt Kenneth undir hond, fekk ein dóm, og at viðgerðarheimið varð dømt at rinda báðum døtrunum hjá Kenneth endurgjald.

Feildosering
Jóna og Hans vóru sannførd um, at alt ikki ruggaði rætt av tí, sum Heilbrigdið hevði sagt
teimum. Tí bóðu tey um eina líkskoðan.
? Hann varð viðgjørdur við Metadon. Og líkskoðanin vísti, at hann hevði fingið meira enn ein garvaður narkomanur hevði doyð av, sigur Hans og beiskleikin lýsir úr eygunum á honum.
Í niðurstøðuni frá Sjúklingakærunevndini hjá heilsuverkinum stendur, at Kenneth á Regni Højgaard hevði fingið alt ov nógv av Metadon, sum verður nýtt til at viðgera rúsevnismisnýtarar, og at eftirlitið við honum undir hesum umstøðum als ikki hevði verið nøktandi.

Skipanin sveik
? Føroyska skipanin sveik okkum upp á allar hugsandi mátar, tá vit mistu Kenneth so meiningsleyst, siga tey bæði Jóna og Hans Højgaard.
Kreppuhjálp fingu tey onga, og Jóna sigur, at hon sá ikki nakran prest fyrr enn stutt áðrenn jarðarferðina. Og tá tey vildu fara víðari við sakini í rættin, vildi ongin føroyskur løgfrøðingur átaka sær sakina.
Tey funnu tó neyðugu megina til at kempa kortini. Jóna er sannførd um, at megin kom frá øllum tí, sum hon hevur fingið frá mammu sínari undir uppvøkstrinum.
? Mamma segði altíð við meg, at Harrin leggur ikki tyngri byrðar á herðar okkara, enn vit eru før fyri at bera, sigur hon.
Deyði Kenneths var ein dyggur smeitur fyri tey øll, og sorgin var næstan ikki til at bera hjá teimum. Og umstøðurnar kring deyða hansara gjørdu tað sanniliga ikki lættari fyri familjuna.

Danskan løgfrøðing
Hans var skipari og var staddur í Russlandi, tá Kenneth doyði. Hann hevði ongan møguleika fyri at sleppa heim, og tískil fór alt samskifti millum konu og mann fram yvir telefonina. Nakað, sum eisini gjørdi tað sera torført hjá teimum báðum.
Tveir mánaðir eftir, at Kenneth var deyður, kom Hans endiliga heim. Tey vóru farin at leita eftir einum løgfrøðingi, sum kundi taka sakina hjá teimum, men ongin vildi.
Undanførslurnar vóru millum annað, at samfelagið er so lítið.
Hans og Jóna gjørdu síðani av í allari teirri avmakt og sorg at flyta til Danmarkar. Jóna vildi nema sær útbúgving, og Hans vildi halda fram at sigla.
Nóg illa komin til Danmarkar settu tey seg í samband við ein løgfrøðing í Danmark, sum játtaði upp á standandi fót at taka sakina.
? Hann segði enntá, at hetta var ein vunnin sak frammanundan, sigur Jóna.
Hjúnini siga, at tey fyrst og fremst vildu hava rættvísi og sonin reinsaðan.
Hann átti eina dóttur tá, og tann næsta var á veg. Læknin fekk sum sagt ein
dóm, og Heilbrigdið varð dømt at rinda endurgjald. Tað eru foreldrini hjá
Kenneth fegin um, men tey eru framvegis vónbrotin av og beisk inn á atburðin
yvir fyri Jónu dagin eftir, at Kenneth var deyður.
? Tað, at stovnurin kundi fáa seg til at lúgva beint upp í andlitini á okkum fyri at fjala út yvir hendan kleyvarskapin, fær alt at venda sær innan í mær, sigur Jóna, og leggur afturat, at støðan hevði uttan iva verið heilt øðrvísi, um teir bara høvdu viðgingið, hvat tað var, sum teir høvdu gjørt.
? Sætt í bakspegilin í dag, so kann eg bara út frá øllum hesum, staðfesta, at tað loysir seg at kempa, tá tú sum foreldur veit, at tú hevur grein í tíni søk, slær Jóna fast.
Og er hon ikki í iva um, at hetta eisini hevur lætt munandi um hjá teimum í allari sorgini.
? At vita, at rættvísi sigraði, og at sonur mín varð reinsaður, er ein stórur uggi, men eg fái gásarhold bara av at hoyra navnið Velbastaður enn tann dag í dag, sigur Jóna Højgaard.
? Og ikki at tala um navnið Heilbrigdið, leggur Hans afturat.

Kom eftir mær
Kenneth Højgaard var ein 19 ára gamal maður, sum eins og pápin var til skips. Hann hevði júst fingið nýggjan kjans við einum norskum báti. Familjan var tá búsitandi í Noregi, men í desember 1997 fóru tey heim at halda jól.
Øll uttan Kenneth og Hans. Nakrar dagar eftir jól kom Kenneth tó til Føroya
at halda nýggjár saman við sínari familju.
Júst hvat er hent hesar dagarnar frammanundan, siga tey bæði Jóna og Hans seg
ikki vita.
Eitt er tó, sum hevur nívt Jónu sera nógv síðani tá.
Hon greiðir frá, at kvøldið fyri Kenneth doyði, ringdi hann til hennara og
bað hana koma eftir sær.
? Hann segði, at hann var so doyvdur, at næstan ikki fekk tosað. Eg hugsaði
ikki um tað tá. Eg segði við hann, at hann skuldi verða har, tí har fór hann
at fáa ta hjálp, sum hann hevði tørv á, greiðir Jóna frá.

Deyðsboð í ítróttarhøll
Jóna var stødd í Gundadalshøllini, tá hon fekk syrgiligu boðini um Kenneth.
Ein skelkur, sum tók beinini undan henni, og grundarlagið undan familjuni í
langa tíð aftaná.
Hon var farin at hyggja at hondbólti, men tá hon kom inn í høllina, varnaðist hon beinanvegin, at okkurt var galið. Fólk høvdu hug at ganga undan henni, og ongin hugdi í eyguni á henni.
? Eg kom har so fegin og óvitandi, øll vistu tað har - uttan eg, sigur hon.
Tað, sum var hent, var, at deyðsboðini vóru komin heim til systur hennara, eftir at Jóna var farin frá húsum. Og somuleiðis vóru tey komin oman í høllina, áðrenn Jóna. Svágur hennara kom í hølunum á henni, og Jóna sigur, at hon gloymir ongantíð, hvussu hann sá út, tá hann kom í móti henni.
? Hann var ikki bleikur, men púra gráur í andlitinum. Hann segði mær, at Kenneth var burtur, eg skríggjaði, og so minnist eg ikki meira. Eg veit enntá ikki, hvussu eg kom niðan aftur til systur mína, greiðir Jóna púra rólig frá.
Dagurin fór fyri tað mesta við gráti og at tosa við Hans. Ongin skilti, hvat var hent. Og allarminst Jóna sjálv. Har kom ongin at greiða henni frá nøkrum, og har var ongin at spyrja.

Virðingsleyst
Dagin eftir komu fólk frá Heilbrigdinum til Jónu. Hon greiðir frá, at var hon skelkað áðrenn teir komu, so var hon tað ikki minni, tá teir fóru avstað aftur.
Tað, sum teir søgdu henni um Kenneth, fekk hon ikki at passa saman við, hvussu hon kendi hann. Og hon var sannførd um, at teir søgdu ósatt.
? Teir høvdu ilt við at hyggja í eyguni á mær. Tað gjørdi, at eg grunaði ilt. Og so tað, at teir høvdu úr at gera við at siga mær, hvussu langt úti hann í veruleikanum var, sigur hon.
? Harragud, eg hevði mist hann dagin fyri. Hvørjum endamáli tænir tað so
at spilla hann út aftaná, spyr Jóna og ristir við høvdinum.
Hetta skýra tey bæði virðingsleyst yvir fyri teirra deyða soni, og tað fekk sinnið í kók hjá teimum báðum.
? Tað, at teir onga virðing sýndu fyri okkum, gjørdi at vit kempaðu. Og tað loysti seg, siga tey.
Øll hesi árini hevur familjan tosað nógv um Kenneth. Tað hevur hjálpt teimum nógv at tosa opið um hann sínámillum. Men tað hevur samstundis verið sera torført fyri serliga systkini.
Tey vóru øll sera tætt knýtt at Kenneth, og tað tók hart uppá tey at missa elsta beiggjan.
? Vit hava tað so gott, sum vit kunnu í dag. Men beiskleikin yvir, hvussu
Kenneth varð tikin frá okkum, og hvussu illa vit vórðu viðfarin aftaná, fer
altíð at sita í okkum, siga hjúnini Jóna og Hans Højgaard, sum við hesum
vilja seta eitt punktum fyri sorgarleikinum um deyða elsta son teirra.