Sorgin er vorðin longsul

Soleiðis sigur kendi tónleikarin Jens Lisberg, tá hann hugsar aftur á tey seks árini, sum eru liðin, síðani hann misti sonin í syndarligari ferðsluvanlukku. Familjan tók eitt tak, tí Jens og familjan vóru greið yvir, at antin syndraðist familjan, ella helt hon 100% saman. Hetta seinna er eydnast. Jens og dótturin Kristel hava verið virkin innan tónleikin og í vikuni kemur út fløga, har Jens hevur savnað 40 teir bestu sangirnar, sum hann millum ár og dag hevur givið út. Men sorgin er har, men er nú meira ein longsul

Ein leygardag seinnapart hitta vit Jens Lisberg í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Ætlanin er at práta um tónleik, komandi útgávuna, og um lívið. Tí tónleikur hevur verið stórur partur av lívinum.Og í hesum førinum er deyðin ein týðandi partur av somu søk. Jens misti fyri seks árum síðani sonin Hávard í syndarligari ferðsluvanlukku. Eftir stóðu Jens og konan, elsti sonurin Torbjørn og dótturin Kristel.
- Eg búgvi ikki so langt burtur, so tað ger onki, sigur Jens, tá blaðmaðurin einar tveir minuttir seinkaður kemur á staðið. Men Jens hevur ikki búð mong ár í Havn. Hann er suðuroyingur. Av Tvøroyri og gjørdist av álvara kendur við bólkinum Sputnik, sum hann hevði saman við bróðurinum Marner.
Men eftir eina syndarliga vanlukku í Øravík, har ein bilur við ungum monnum rendi á eltornið, syndraðist tilveran og familjan endaði í Havn.
Vit seta eld í kertuljósini og byrja at práta um lívið, deyðan og komandi savnsfløguna. Stutt sagt; um 55 ára gamla Jens Lisberg.

Útgáva á veg
- Ja, um vit tosa um komandi savnsflæguna fyrst, so er hon komin til Danmarkar og er her fyrsta dagin, sigur Jens Lisberg.
Talan er ikki bara um Sputnik.
- Tí Sputnik er so nógv, men mest vóru tað Marner bróður og eg. Og so komu og fóru nógvir tónleikarar, men eg havi tikið stig til so at siga alt, sum er givið út, og sum kemur á savnsfløguni. Eitt band kom í 1983 og so helt tað á til umleið 1991, tá eitt jólaband kom, sum var nummar 7 í røðini, sigur Jens.
- Har eru nógvir tónleikarar við. Góðar kreftir. Og her eru 40 av teimum løgum, ið eftir míni metan eiga at vera við í slíkum savni, ið kemur á dupultfløgu. Og so er táð jú tað spennandi við tí, at eg havi ongantíð áður givið fløgu út, og fólk hava spurt meg eftir, um tónleikurin fæst enn, sigur Jens.
Tað var eitt sindur løgið, so sum hendan ætlanin kom í. Bjarni Góðadal og ein vinmaður hansara, Heini, og eg prátaðu um hetta at gera fløgu. Bjarni bjóðaði sær til at føra tónleikin av bondum, reinsa hann, og síðani á fløgu. Og knappliga ein dag stóð eg við dupultfløgu í hondini. Tað er ein góð kensla, tí nógv arbeiði er lagt í millum ár og dag og nógv ferðing. Og nú er hetta ikki burtur, sigur Jens Lisberg.
Og eitt ljóst høvd bað Jens um at seta seg í samband við Kristian Blak og Tutl og teir vóru skjótt á bylgjulongd. Mark Joensen tók sær av foto og layout og fløgan er nú í Føroyum fyrsta dagin.
- Eg hevði tó ikki droymt um, at so nógvar fløgur komu út, sum tað gera nú. Eg eri kanska dovnaður eitt sindur. Fyrr var sera spennandi, men nú havi eg eitt avslappað forhold til hetta , ið kemur út. Men kann tað gleða fólk, so eri eg fegin, tí nógvar góðar kreftir hava lagt orku í upptøkurnar millum ár og dag, sigur Jens Lisberg, sum fer undir nýinnspælingar til fløgu, um ein møguleiki stingur seg upp.

Sorgin rakti á nátt
Fyri seks árum síðani flutti familjan Lisberg til Havnar. Sonurin Hávard doyði í syndarligari ferðsluvanlukku, tá ein bilur við fýra ungum monnum rendi á el-tornið í Øravík.
- Elsti sonurin var byrjaður at lesa í Danmark. Men sorgin var ov stór og hann fór ikki niðuraftur. Hann fór til Havnar á Fróðskaparsetrið. Vit fóru aftaná, fyri at blíva heil og fyri at hava hann hjá okkum og vera hjá honum, greiðir Jens frá og gerst álvarsamur.
- Tvey ting kunnu henda, tá sorgin rakar soleiðis. Antin syndrast familjan ella heldur hon 100% saman og vit valdu tað seinna, sigur Jens.
- Tá hugsar ein ikki so nógv um meteriel ting. Tann sum verður merktur av deyðanum á henda hátt, tekur ikki alt fyri givið og ein umhugsar veruliga lívið. Eg hugsi ofta um orðini, sum standa í Sjónleikarhúsinum; Gaman og álvari. Tvey ymisk orð, ið eru sum dagur og nátt, men sum eru um lívið og eru tvær síður av somu søk. Tú kanst vera so glaður ein dag, men so á kvøldi......
Ein má taka lívið í álvara, tí ein kann ikki tryggja seg, sigur Jens Lisberg hugsunarsamur.
- At fáa tveir løgreglumenn bankandi á hurðina, tá ein lá og svav, og so fáa boðini um, hvat var áfatt, tað var skelkandi. Eg hugsaði bara um Hávard og spurdi, um hann var deyður. Eg fekk at vita, at fýra drongir vóru við bilinum. Tveir doyðu á staðnum og teir kendu ikki støðuna hjá hinum. Hávard fór til Havnar við tyrlu og í respirator.
- Hetta vóru seks ár síðani í september, sigur Jens, sum fegnast um, at Hávard hevði tikið støðu og hevði tað gott við Guði, og livdi tó eitt vanligt lív millum javnaldrar sínar.

Sorgin vorðin longsul
- Bíðitíðin á Landssjúkrahúsinum var tað ringasta eg havi upplivað. So segði læknin, at onki var at gera. Og so skuldi avgerðin takast; at taka respiratorin frá honum og so var hann deyður í somu løtu! Hetta var tung avgerð at taka og ein skal vera sálarliga sterkur. Men bæði Kristel og Torbjørn vóru fantastisk og tað var flott at síggja, hvussu Kristel bygdi mammu sína upp aftur, tí hon var jú bara eini 10 ár. Og ein mamma er ein mamma. Sum orðatakið sigur; Fátt er sum faðir, onki er sum móðir. Hjá eini mammu er sera svárt at missa sítt barn, sigur Jens Lisberg innhugsin.
- Eg kenni meg í dag sum ein frían mann. Sorgin er vorðin ein longsul og ein saknur, haldi eg, sigur Jens.
- Men um vit eisini skulu koma inn á tónleik her, so minnist eg ein dag, eg lá á bonkinum í heimi okkara í Trongisvági. Í húsunum, sum vit forrestin sakna nógv. Eg spurdi Hávard, um eg bara skuldi gevast at spæla tónleik. Hann hugdi undarliga uppá meg við einum loyndarfullum smíli. Hann segði; nei, pabba, tað mást tú bestemt ikki gera og tað var, sum visti hann meira, enn eg hugsaði. Eg hevði sjálvur hugsað ein løgnan tanka; Onkur í familjuni fór at doyggja. Og øll høvdu vit havt tann tankan hvør í sínum lag, sigur Jens, og leggur dent á, at alt hetta er beint áðrenn vanlukkuna.
- Tað er so nógv ein kundi greitt frá í samband við Hávard, at tað upp í eina heila bók, sigur Jens.


Fór ikki at blíva gamal
- Mamman og Hávard tosaðu eisini saman.Hann segði, at hann fór ikki at blíva gamal, sigur Jens.
- Hávard bleiv ikki guitarleikari, men hann hevði evnini og gávurnar. Hann spældi saman við Mikkjal frá bólkinum SIC, Kristian Djurhuus, Edmund í Garði og ein góður vinmaður var eisini Dánjal Jacobsen. Og so má eg ikki gloyma Egil Midjord, teir vóru bestu vinir og vuksu upp saman, sigur Jens, og leggur afturat, at hann kundi nevnt fleiri.
- Teir høvdu dreym um ein bólk, men tað bleiv so ongantíð.

Blue Moon
- So komu vit til Havnar og búðu í íbúð hjá familju. Og so var tað tað; hvussu byggir ein lívið uppaftur?
Nógv varð hugsað um Kristel og Jens setti seg í samband við Musikkskúlan. Har fekk hann at vita, at um hann ynskti klaverundirvísing, so var at søkja.
- Tann, ið ikki søkti, tað var eg, staðfestir Jens, og tí var undranin og gleðin stór, tá bræv kom um, at Kristel slapp inn, og familjan helt tað í byrjanini vera eina pappírsvillu.
- Og klaverið ætlar hon at halda fast við framyvir, nú hon verður 17 ár, sigur ein glaður pápi.
Byrjanin til konsertirnar við Jens og Kristel kom, tá Edvard N. Debess hevði hana við í eini Svf sending. Jens helt, at stuttligt var at gjørt meira burturúr og tónleikararnir vóru við uppá hugskotið.
- Konsertin bleiv í Læraraskúlahøllini og Jan Zachariassen tók upp. Tá sang hon fyrstu ferð Blue Moon. Sjálv tímdi hon ikki at hoyra uptøkuna, tí hon helt hana sikkurt vera ov vánaliga, men tað hevur víst seg, at hon er væl dámd, sigur Jens fegin.
Saman fara Jens og Kristel at hava eina gallakonsert nakað skjótt, men Jens staðfestir, at hon er við at gerast vaksin og ganga egnar leiðir.
- Nú hevur hon eisini verið so longi saman við mær, sigur Jens.


Kristel og Torbjørn
- Kristel hevur beiggjan Torbjørn, sum dugir væl at gera orð og løg og tey hava gjørt okkurt saman og hava ætlanir, men eg veit ikki hvussu nógv eg skal avdúka enn, sigur Jens, sum tó staðfestir, at talan er um spennandi ætlanir.
- Eg og Marner, beiggi mín, hava eisini tosað um at spæla eitt sindur aftur, mest til viðlíkahald, men eg veit ikki. Og stuttligt hevði verið at gjørt okkurt tiltak til frama fyri okkurt gott endamál, sigur Jens Lisberg.
Ein maður, sum nú er gerandisgestur í Havnargøtum, ein sum kennir sakn, sorg og longsul, ein tónleikaglað sál, sum saman við familjuni hevur bart seg ígjøgnum sorgina við hjálp av samanhaldi í familjuni og sum er komin heilur útaftur í ljósið, eisini pall ljósið.