Sorin og Hanus við frá byrjan

Í Manchester ganga viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi spent og bíða til dystin í kvøld, har Sigfríður Clementsen heilt víst fer at fremja tvær broytingar í mun til fyrra dystin móti ensku stjørnunum

Í Manchester er hýrurin góður. Tað er hann eisini nakað uttanfyri Manchester, har hópurin hjá EB/Streymi heldur til.

– Eg haldi ikki eg kann siga annað. Hanus Eliasen gongur framvið mær beint nú, og hann smílist óført, og tað er galdandi fyri hópin sum heild, skemtar Sigfríður Clementsen úr telefonini í Onglandi.

Smílandi eru viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi sanniliga eisini. Tað fer at tátta í eini 200 áskoðarar, sum eru komnir fyri at síggja sítt felagslið taka dystin upp við Manchester City. Hesir eru komnir við bussi og flogfari umvegis bæði Danmark og London, og hava hugnað sær í gøtunum í Manchester seinastu dagarnar. Nú ganga tey so spent og bíða eftir, at dysturin verður bríkslaður í gongd. Og ikki minst eru tey spent eftir at vita, hvørjar mans Sigfríður Clementsen velur at senda á vøllin í kvøld.


Hanus fyri Hans Paula

Sjálvur hevur Sigfríður Clementsen longu avgjørt, hvørjir teir eru. Hann sigur seg tó ikki vilja upplýsa hvørjir hesir eru, men lyftir lokinum eitt sindur. – Liðið verður nakað tað sama sum seinast, men vit hava so fingið Sorin aftur, og tað er als ikki óhugsandi, at hann byrjar inni. Hanus Eliasen kann eisini gott koma upp á tal, sigur Sigfríður Clementsen, sum tó ikki sigur nakað um, hvørjir so skulu út.

Greitt er tó, at tað er ógvuliga ivasamt, hvørt Levi Hanssen verður tøkur ella ikki. Hann hevur fingið ein skaða í læri, og tað argar unga havnarmannin nógv. Tískil kemur Sorin helst inn á hansara pláss á miðvøllinum. So er spurningurin, hvar Hanus Eliasen kemur inn. Ein møguleiki er, at Hans Pauli Samuelsen verður tikin út. Hanus Eliasen loysti Hans Paula Samuelsen av í dystinum á Tórsvølli. Tá hevði Hans Pauli helst verið tann leikarin, sum stóð veikastur í myndini hjá EB/Streymi. Har umframt spældi Hanus Eliasen ein branddyst móti B36 undan Manchester-dystinum, og gjørdi tað annars væl, tá hann kom inn á Tórsvølli.

Mikkjal Thomassen er eisini við í hópinum hjá EB/Streymi í kvøld. Tað var hann eisini á Tórsvølli, men tá kom hann ikki á vøllin. Tað ger hann neyvan heldur í kvøld, metir Sigfríður Clementsen.


Eru væl fyri

Annars eru leikararnir væl fyri, letur Sigfríður Clementsen at.

– Vit hava vant tvær ferðir um dagin í sera góðum umstøðum. Vit búgva væl og alt er sum tað skal vera, sigur Sigfríður Clementsen, sum ikki metir, at óvændu umstøðurnar ávirka leikararnar nakað serligt.

Heldur ikki steðgurin, leikararnir hava havt millum dystirnar báðar, heldur venjarin kemur at ávirka negativt. – Nei, als ikki. Menn høvdu brúk fyri at fáa frí, sigur Sigfríður Clementsen.


Manchester er nógv betri

Spurdur um, hvørjar vánirnar til dystin í kvøld eru, er Sigfríður Clementsen ógvuliga realistiskur. – Vit vita væl, at Manchester City eru nógv betri enn vit. Og tað er eisini tað, sum vit koma at arbeiða út frá. Tað gjørdu vit eisini á Tórsvølli, og so mugu vit bara taka úrslitið sum tað kemur, sigur Sigfríður Clementsen.