AB er nýtt lið í bestu deildini, og 07 Vestur er í bestu deildini, tí tað í fjør var bara eitt lið, sum flutti niður. Dagsskráin bæði á Argjum og í Vágum er at vinna í hvussu so er áttanda plássið.
Tað eru sjey mánaðir og 27 umfør, inntil tað verður gjørt upp. Men bæði á Argjum og í Vágum eru tey greið yvir, at longu seinnapartin er talan um lyklauppgerð, nú AB fær vitjan av 07 Vestur.
Sorin Anghel er nýggjur venjari í AB og í bestu deildini, og Pauli Poulsen er nýggjur venjari í 07 Vestur. Hann eigur nógvar royndir í fremstu røð. Aftrat sær hevur Pauli Sigtór Petersen, sum síðstu umførini í fjør hevði ábyrgdina av 07 Vestur liðnum:
-Vit eru greiðir yvir, hvat tað snýr seg um. Skulu vit varðveita plássið, so er neyðugt við rætta hugburðinum, og samtundis fara vit at royna at bera so í bandi, at onkrir av ungu og evnaríku monnunum fáa alt størri leiklut, sigur Sigtór Petersen.
Martin Tausen og Tór-Ingar Akselsen eru skaddir, og loyvini eru ikki komin upp á pláss hjá nýggju útlendsku miðvallarunum Kyrylo Silich og Nikola Krcmarevic.
Millum AB stólparnar stendur framvegis AB veteranurin Heðin Stenberg:
-Hetta er fyrsta ferðin, at vit fara at royna okkum í bestu deildini við so nógvum spælarum, sum vóru við til at spæla liðið til uppflyting. Hetta er vorðið sum avbjóðing, men hugburðurin er góður, og vit hava áður staðið okkum, tá ið onnur hava roknað við, at vit fóru at flyta niður, sigur AB Heðin Stenberg, sum hevur vart AB málið í tíggju ár.
Álopsspælarin Ivan Knezevic er farin til hús. Ivaleyst verður Bjarki Nielsen fremsti maður ídag. Hann var í fjør toppskjútti í næstbestu deildini. Í gjár ljóðaði, at AB fer at fáa John Tordar Poulsen í hópin sum álopsspælara. Hann hevur áður spælt við Suðringum.