Sorl í Hoyvík

Kollfirðingar vunnu leikandi lættan stórsigur, tá teir sunnudagin tókust við Neistan

Hondbóltur

Fleiri høvdu annars roknað við, at Neistin júst í hesum dystinum fór at bíta frá sær, eftir at teir fyri viku síðani spældu ein fínan dyst móti vÍF.
Kollfirðingar hava hinvegin eisini havt batnandi avrik seinastu tíðina, og tað stóð eisini skjótt greitt, at teir ikki vóru sinnaðir at geva Neistanum nakað.
Fyrsta korterið gekk so hampuliga javnt á, men tá KÍF so skrykti seg leyst, var tað ikki við mýkindum. Undan steðginum var munurin vaksin til sjey mál, og so gekk bara ein vegin. Munurin vaks við flúgvandi ferð, soleiðis at bláu havnarmenninir at enda bara bíðaðu eftir, nær hallarfloytan fór at ljóða. Men áðrenn hon gjørdi tað, stóð 35-20 á talvuni.
Fyri sjálva kappingina mundi úrslitið ikki hava tað heilt stóra uppá seg. Men tað staðfesti meira ella minni raðfylgjuna í botninum av talvuni. Tað man í øllum førum vera sera illa hugsandi, at Neistin skal vinna fimm stig afturat, so teir kunnu koma ájavnt kollfirðingunum. Eins og tað eisini er trupult at ímynda sær, at KÍF skal gera somikið nógv um seg, at teir kunnu klintra enn eitt pláss uppeftir.

Fakta um dystin
KÍF-Neistin 35-20 (17-10):
Málskjúttar
KÍF: Arnbjørn Hansen 10(4), Petur Martin Poulsen 8, Rógvi Weyhe 4, Damir Oros 4, Gert Hansen 3, Mirko Milenkovic 2, Karl Jóhan Djurhuus 2, Teitur Joensen 1, Sune Davidsen 1
Neistin: Tróndur Kragesteen 6(1), Karl Herup Olsen 3, Jóan P. Holm 3, Johan Brekkstein 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Jens Mohr 1(1), Blagoje Buha 1, Birgir Poulsen 1, Kári Horn 1
Brotskøst: KÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: KÍF 4, Neistin 3
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr