Sosial og vinnupolitikkur

Sosialmál, og sonevnd "bleyt" virði verða altíð søgd at verða hjartamál javnaðarfloksins ? og so er og hevur altíð verið.

Sosialmál, og sonevnd "bleyt" virði verða altíð søgd at verða hjartamál javnaðarfloksins ? og so er og hevur altíð verið.

Í søguligum baksýni síggja vit hvussu javnaðarflokkurin var tann, ið byrjaði tað vit í dag kalla, "veruligan sosialpolitikk" sum tryggjar tey veikastu í samfelagnum eina so sømuliga tilveru sum tilber.

Øll tey sosialu trygdarnet sum finnast í føroyska samfelagnum í dag:

Lønarrættindi fólka, avlamis og framskunda fólkapensión, arbeiðsstuðul, samhaldsfasti o.s.fr.

Aðrir flokkar eru síðani komnir og hava roynt at drigið hesu sjónarmið javnaðarflokksins inn í stevnuskráir sínar fyri at tekkjast parti av stóru veljarafjøld javnaðarfloksins.

So kalla sosialpolitikkur hjá hinum flokkunum er bert kávalatið, politiskt "hermaríð" og atkvøðujagstran.

Til tey sum skulu ivast: Skal sosialtrygd vera í Klaksvík og restina av landinum er einasta varuga loysn at fara á val og velja javnaðarflokkin sterkan inn í Klaksvíkar Býráð.

So er tað kanska tey, sum siga ? hvat við vinnupolitikkinum? Hvønn vinnupolitikk hevur javnaðarflokkurin.

Ímynda tær ein hugssjónarríkan m/k í ætlar sær undir eitt nýtt og spennandi virki.

Hvar skal hann byggja virkið? Lat okkum hyggja eftir hvørja fortreytir skulu vera uppfyltar.

1. Flutningsmøguleikarnir skulu verða góðir!

2. Økið, byggjast skal á, skal vera nóg stórt til menning, framleiðslu, goymslu, parkering við meira.

Klaksvík og onnur støð skulu lúka hesar treytir. Men hvat kann so vera tað í avgerð hvar virkið verður bygt?

Jú ? nevniliga ein virkin og visionerur sosialpolitikkur. Tí hvat er umráðandi, sera umráðandi fyri fólk í bestu árum, ið eru á arbeiðsmarknaðinum ? Jú, góðir ansingar møguleikar til børnini og eingin bíðitíð ? og hettar er so segði Onkel Joakim ? sød musik í oyrum arbeiðisgevarans, tí væl nøgd starvsfólk eru virkisfús starvsfólk.


Vel Javnaðarflokkin!