Hevði fólkatingsval verið í dag, høvdu Sosialdemokratarnir fingið ein dyggan frammaná. Ein spildurnýggj meiningakanning hjá Megafon vísir, at flokkurin hevði fingið 16,9 prosent av atkvøðunum, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ongantíð havt, síðani Megafon byrjaði at gera kanningar. Tað gamla botnmetið er frá 1998, tá ein kanning gav flokkinum 17,7 prosent.
Samstundis vísir kanningin hjá Megafon, at Vinstri hevði fingið tvær ferðir so nógvar atkvøður sum Sosialdemokratarnir, hevði val verið nú. Kanningin gevur Vinstra 34 prosent.
Stjórnarsamgongan hevði eisini fallið við eitt brak, um val var nú. Kanningin gevur stjórnarflokkunum og Eindarlistanum 43,4 prosent av atkvøðunum og andstøðuni 56,6 prosent.
Kanningin hjá Megafon varð gjørd, eftir at stjórnin legði sínar skattanýskipanir fyri almenningin fyrr í vikuni.