12,4 milliónir krónur. Tað er upphæddin, ið teir seks menninir og fimm kvinnurnar, ið standa á odda fyri tey ellivu almennu partafeløgini, ið almenna Føroyar eigur í, kunna vænta at tjena næsta árið. Tað vísir ein uppgerð bygd á hvat stjórarnir fingu í samsýning í fjør.
Í temanum í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð verður ljós varpað á lønirnar hjá stjórunum í almennum partafeløgum. Uppgerðin vísir millum annað, at tríggir teir bestu løntu stjórarnir fingu í fjør fimm milliónir krónur í samsýning.
Eisini ber til at lesa hvat nevndarformenninir og avvarðandi landsstýrisfólk siga um milliónalønirnar hjá almennu stjórunum.
Til ber at keypa Vikuskiftis-Sosialin í sølubúðum kring alt landið.