Leygardag 29. Juni, heldur Adolf Ryggshamar í Vági, sín 85 ára føðingardag, samstundis sum hann og konan Saloma halda diamantbrúdleyp.
Men alt kundi verið so nógv øðrvísi.
Ein avgerð, tikin í eini handavending, er orsøk til, at Adolf er á lívi og kann halda stóra dagin.
Tá Adolf Ryggshamar var 16 ár, sigldi hann við M/S Dronning Alexandrine. Adolf var annar kokkur.
Men hovmeistarin, ein dani, ið var giftur føroyski konu, ætlaði sær við Hans Hedtoft, og hann vildi fegin hava meg við sær, greiðir Adolf frá.
- Eg fór so til stýrimannin, ein vágamann, at siga upp. Men hann helt sera lítið um hetta, og helt til kokkin at spyrja hann, hví Adolf nú skuldi av skipinum. Kokkurin visti tó onki annað at svara, enn at eg lærdi ikki nógv meira har umborð, sigur Adlof Ryggshamar.
Men so tók Adolf eina avgerð á staðnum.
(Brot úr grein)
Les alla greinina í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum.