Brot úr temanum í Vikuskiftis Sosialinum. Lesa alt temaði í blaðnum, sum fæst í handlum kring handli.
Hvat hava ein uppsagdur tíðindaleiðari, ein uppsøgd leiðandi ljósmóður og ein uppsagdur deildarileiðari á Landssjúkrahúsinum til felags? Jú, tær eru allar offur fyri manglandi proportión, fyri at vera uppsagdar uttan ávaringar og tvær teirra fyri brot á reglurnar um partsinnlit.
Í sambandi við ógildaðu uppsøgnina av Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðara í Kringvarpinum, hava føroyingar hoyrt nógv um hesa “ópropotionalu” avgerð, sum Mentamálaráðið sendi aftur í høvdið á Johnny í Grótinum. Proportionalitetsprinsippið merkir, at, at almenn arbeiðspláss hava skyldu til at taka tey mist víðgongdu stigini møgulig, fyri at loysa ein trupulleika. Tað er ikki fyrr enn øll minni víðgongd stig eru roynd ella mett um, at ein uppsøgn kann koma upp á tal. Tó so gongur aftur hjá øllum trimum kvinnunum, sum eru uppsagdar av Johnny í Grótinum seinasta árið, at uppsøgnin er óproportional.
Vit byrja við tí feskasta. Tí í førinum um Sigrid Christensen, fyrrverandi leiðandi ljósmóður á Landssjúkrahúsinum, er Heilsu- og Innlendismálaráðið púra greitt í sínari niðurstøðu – tað eigur at vera serliga umráðandi at fylgja proportionalitetsgrundregluni, tá ið ljósmøður hava óvanliga avmarkað starvsøki í Føroyum.
“Landssjúkrahúsið hevur ikki ávíst viðurskifti, sum hava við sær, at tað í hesum málinum var talan um eitt so átroðkandi mál, at Landssjúkrahúsið kundi seta vanligar reglur um hoyring og ávaring til viks og fara beinleiðis til uppsøgn. Tað eru heldur ongar upplýsingar í málinum, sum týða upp á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum kannaði møguleikan fyri, hvørt Sigrid Christensen kundi fáa í boði annað starv, til dømis sum “vanlig” ljósmóðir, áðrenn gjørt varð av at handa henni ætlanarskriv um uppsøgn. Havandi í huga tað ógvuliga avmarkaða starvsøki sum ljósmøður hava í Føroyum, so verður mett, at tað í slíkum førum sum hesum er serliga umráðandi at fylgja proportionalitetsgrundregluni og ikki siga einum starvsfólki úr starvi, um tað kann hugsast at verða nokk til at loysa trupulleikan, at viðkomandi fer í eitt annað starv”,Heilsu- og Innlendismálaráðið, 1. juni 2018
Sama skil er í tí førinum við Liljan Weihe. Tí hóast Mentamálaráðið í tí førinum sigur, at ráðið metir ikki, at Liljan Weihe hevur sýnt rættan leiðsluatburð, so verður kortini sagt, at hon var í góðari trúgv um tær útsagnir hon frambar til Kringvarpsstýrið, og at avgerðin um at siga hana úr starvi er óproportional.
“Sum fyrisitingarmyndugleiki átti Kringvarp Føroya tí at roynt aðrar minni víðfevnandi loysnir samsvarandi tí, ið stendur í vegleiðingini hjá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum um uppsøgn, og sum samsvarar við fyrisitingarrættarliga proportionalitetsprinsippið, áðrenn farið var undir eina uppsagnartilgongd”,Mentamálaráðið, 20. apríl 2018.
Og Tórhild Eysteinsdóttir Mohr, fyrrverandi deildarleiðari á B3 á Landssjúkrahúsinum upplivdi tað sama. Í tí avgerðini sigur Heilsu- og Innlendismálaráðið soleiðis:
“Mett verður ikki, at tað fyriliggja upplýsingar í málinum, sum stuðla undir, at støðan á deildini kundi metast at vera so ring, at Landssjúkrahúsið ikki kundi fara undir at arbeiða við trupulleikanum heldur enn at fara beinleiðis til eina uppsøgn”,Heilsu- og Innlendismálaráðið, 8. november 2018