Sosialurin í flashútgávu

Ein av komandi døgunum kem­ur Sos­­­i­­al­­ur­­in við eini nýggj­­ari út­­gávu av blað­num á int­er­net­i­num. Tal­an er um eina út­gávu í flash, har tað ber til at lesa prent­aða blaðið á int­er­net­inum.

Umframt tað at Sosialurin fær dig­i­tal­i­ser­að blaðið á hend­­an hátt, so er endamálið eis­ini at røkka teimum les­ar­um, sum ikki hava møguleika at keypa blaðið í leysasølu - fyrst og fremst lesarar utt­an­lands, og verður tað í fyrstu atløgu bert møguligt at lesa blaðið uttanlands.
Tá blaðið fyrsta dagin verður tókt á netinum ber til at keypa eitt eintak, ella at tekna seg sum hald­ara. Har­við fært tú eisini at­gongd til savnið. Í fyrstu atløgu verða øll bløðini aft­ur til 1. januar 2000 tøk á net­i­num, og tað ber til at leita í tekst­i­num í øllum bløð­u­num.
Soleiðis verður hendan útgávan eisini eitt sera hent amboð hjá teimum, sum vilja leita í gomlum bløðum.