Sosialurin leggur um til litir

Sum lesarar okkara helst hava varnast, eru vit so smátt farnir at prenta blaðið í litum. Hetta er vorðið gjørligt, nú Sosialurin og Dimmalætting hava lagt prentsmiðjurnar saman í eina prentsmiðju, nevnd Prentmiðstøðin.

Eirikur Lindenskov


Sum lesarar okkara helst hava varnast, eru vit so smátt farnir at prenta blaðið í litum. Hetta er vorðið gjørligt, nú Sosialurin og Dimmalætting hava lagt prentsmiðjurnar saman í eina prentsmiðju, nevnd Prentmiðstøðin.

Við hesi samanlegging er nú bert ein blaðprentsmiðja í Føroyum, sum ríkiliga nøktar tørvin. Fara vit bert nøkur fá ár aftur í tíðina, høvdu flestu bløðini sína egnu prentsmiðju. Dimmalætting var tann fyrsta, ið legði um til rotatiónsprent, men Sosialurin og Dagblaðið fylgdu skjótt eftir.

Prentsmiðjan hjá Dagblaðnum fórst, tá blaðhúsið brann í grund fyri eini 10 árum síðani. Dagblaðið hevur síðani verið prentað fyrst á prentsmiðjuni hjá Sosialurin, men seinnu árini hjá Dimmalætting.

Krøvini til prentdygdina eru nógv økt seinnu árini, ikki minst krøvini um litprent. Av tí at báðar prentsmiðjurnar høvdu tørv á stórum íløgum til tess at nøkta hesum tørvi, varð gjørt av at leggja verandi prentútbúnaðin saman so at vit í felag kunnu gera íløgur í enn betri litprentmaskinur.

Sosialurin hevur ikki fyrr verið prentaður í litum, og skulu tí munandi umleggingar gerast í blaðframleiðsluni í blaðhúsum okkara á Argjum. Hesar umleggingar eru í gongd nú, og sum lesarin hevur lagt til merkis, hava øll bløðini ikki verið prentað í litum. Hetta er sjálvsagt av tí, at umleggingarnar ikki eru komnar upp á pláss enn. Tó verður altíð gjørligt at prenta lýsingar í litum.

Væntandi eru allar umleggingarnar komnar upp á pláss eftir summarfrítíðina, og kemur Sosialurin tá ú tí nýggjum líki.Í Leipzig økinum búgva hálv onnur millión, og øll liðini, sum teir høvdu við í kappingini, eru langt síðani send til hús, staðfestir føroyski venjarin, og tað sær út til, at tey aðra staðni í Týskalandi halda tað sama sum hann. Fyri ungu menninar verður møguliga ferðin til Køln komandi ár ein stór gularót. Tað er einki at ivast í!

Uttan mun til hvussu tað gekk seinnapartin í gjár, so kemur føroyska liðið aftur til Føroya í morgin. Semifinlurnar og finalan verða spæld í dag.

jh