Sosialurin: Mest kendar fyri grindadráp

Greiningar hjá landsstýrinum vísa, at grindadráp er tað, ið flest útlendingar kenna Føroyar fyri.

BBC, CNN, the Daily Mail og aðrir stórir miðlar úti í heimi hava seinastu vikurnar varpað ljós á Føroyar og grindadráp, aftaná eitt ferðafólk tók myndir av grindadrápinum í Sandavági 30. juli. Og hóast nógv fólk kenna Føroyar frá fótbólti ella fyri ferðavinnuna, so er tað júst grindadráp, ið Føroyar eru kendar fyri úti í heimi.


Greiningar sum landsstýrið hevur gjørt av altjóða miðlaumrøðuni av Føroyum vísa heilt greitt, at tað er grindadráp, ið flestu útlendingar kenna Føroyar fyri.


- Tað er torført at máta miðlaumrøðu neyvt, men amboð finnast. Tær mátingar vit hava gjørt staðfesta, at tað er eingin ivi um, at grindadráp er tað evni, ið Føroyar fær mest umrøðu fyri. Fótbóltur og ferðavinnan fáa eisini nakað av umrøðu, men grindadráp er tað størsta, sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevi hjá landsstýrinum.


Í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð verður hugt nærri at hvussu altjóða umrøðan av grindadrápi ávirkar føroyingar. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.