Sosialurin nógv vitjaður á Internetinum

Úr øllum heiminum vitja fólk nýggju heimasíðuna hjá Sosialinum, og hevur blaðið higartil havt sera góðar roydnir av útgávuni, sum verður dagførd hvønn dag. Eina tíð enn er talan um eina royndarútgávu, sum tí er ókeypis

Lesarar kring heimin hava tikið væl ímóti nýggju útgávuni av Sosialinum á internetinum. Blaðið hevur nú í nakrar vikur havt eina ókeypis útgávu á netinum, og eru royndirnar higartil sera góðar.

Við í internetskipanini er ein hagtalsskipan, ið vísir blaðnum ymisk hagtøl, internetútgávuni viðvíkjandi. M. a. sæst, úr hvørjum londum fólk vitja Sosialin - og er tað so at siga úr øllum heiminum.

Eyðvitað er kortini, at tað tekur sína tíð, til fólk kring heimin frætta, at Sosialurin er at síggja á netinum, men netbrúkarar eru forvitnir, og fleiri finna tí kortini fram til Sosialin.

Hagtølini vísa, at flestu brúkarar eru úr Føroyum og Danmark. Tó hevur Danmark næstan allar dagarnar havt yvirlutan - tí fleiri fólk í Danmark lesa Sosialin á netinum, enn í Føroyum. Men nú er, sum sæst á stabbamyndini niðanfyri, støðan broytt nakað.

Men tað sum er áhugavert hjá Sosialinum er, at fólk úr ymsum øðrum londum eisini vitja Sosialin. Eitt nú liggur USA á triðja plássi, Russland á sætta plássi og Ísrael og Slovakia á ávikavist níggjunda og tíggjundaplássi.

Á ellinta plássi kemur Thailand.

Hóast talan framvegis er um eina royndarútgáva, hava longu nógv fólk teknað seg sum haldarar av internetblaðnum. Tá tú ert haldari, merkir tað, at tú fært eitt e-bræv, tá blaðið er dagført. Hetta er ein ókeypis tænasta, sum Sosialurin veitir lesarunum í royndartíðini, og eru vit sera fegin um at fáa viðmerkingar og hugskot frá lesarum.


Til talvuna:

1. Føroyar

2. Danmark

3. USA

4. Noreg

5. Bretland

6. Russland

7. Svøríki

8. Ísland

9. Ísrael

10. Slovakia