Í dag var fjórða og seinasta fótbóltsreportasjan úr Uruguay spæld á Rás2.
Hesaferð var reportasjan um tann seinasta HM-undankappingardystin millum Uruguay og Jordan. Talan var um ein sonevndan play-off dyst. Stemningurin var framúr hetta kvøldið, 19. november á Estadio Centenario, tjóðarleikvøllinum hjá Uruguay í Montevideo.
Til ber at hoyra reportasjuna, har Ivan Eginsson Eysturland og Joaquin Memoli Suarez greiða frá við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.