Spæla bæði nýggjar og eldri sangir

Hesir sangirnir verða á konsertini hjá POD í kvøld

So er tað í kvøld, at ítróttarhøllin á Hálsi verður karmur um eina av størru konsertunum, sum hava verið her á landi.

 

Tað er amerikanski nu-metal bólkurin P.O.D. sum fer at spæla í nýggju stórhøllini. City Church Tórshavn skipar fyri konsertini.

 

P.O.D. fingu sítt amerikanska gjøgnumbrot í 1999 við fløguni The Fundamental Elements of Southtown. Lagið Southtown og Rock the Party vórðu nógv spæld í USA og vórðu eisini víst á MTV, men tað var í 2001, við fløguni Sattelite, at teir veruliga fingu eitt altjóða gjøgnumbrot. Sangir sum Youth of the Nation, Alive og Sattelite rungaðu úr mongum hátalarum fyrst í hesi øldini.

 

Næstu fløgurnar, Payable on Death og Testify, fingu ikki somu góðu móttøku og lítið hevur verið at hoyrt til bólkin á altjóða pallinum síðani 2006. Í 2012 kom fløgan Murdered Love út, í 2014 SoCal Sessions, í 2015 The Awakening og í fjør fløgan Circles.

 

P.O.D. hava verið á konsertferð í Evropa seinastu mánaðirnar, og um hugt verður at hinum konsertunum, so sæst eitt greitt mynstur í, hvørjir sangir verða spældir á konsertini í kvøld.

 

Helvtin av sangunum verður av nýggjastu fløguni Circles, sangir sum so Circles, Rocking with the Best, Always Souther California in my head og Soundboy Killa.

 

Hin helvtin av konsertini verður eitt Greatest Hits show, har serliga sangir av Sattelita verða spældir. Youth of the Nation og Alive av Sattelite, Southtown og Rock the Party av Fundamental Elements of Will you av Payable on Death.

 

Allar konsertirnar higartil hava byrjað við somu trimum sangunum, Boom, Rock the Party og Panic Attack.

 

Kanska verður onkur sangur spældur av Murdered Love, men tað hevur sum oftast verið sum eykanummar. Og ein evarska lítil møguleiki er fyri, at P.O.D. fara at tríva í gamla U2-sangin, Bullet the Blue Sky, frá fløguni Fundamental Elements. Fyri Matrix-fjepparar sær tað heldur svart út, Sleeping Awake, sum var á soundtrackinum til Matrix Reloaded, er ikki at síggja á settlistunum frá seinastu konsertunum.

 

Soleiðis sá settlistin út á seinastu konsertini á ferðini, sum var í Moskva mikukvøldið.

 

Intro: In the End (tribute til Linkin Park)

1. Boom av Sattelite

2. Rock the Party av Fundamental Elements of Southtown

3. Panic Attack av Circles

4. Will You av Payable on Death

5. Rockin’ with the Best av Circles

6. Soundboy Killa av Circles

7. Always Southern California av Circles

8. Circles av Circles

9. Sattelite av Sattelite

10. Southtown av Fundamental Elements of Southtown

11. On the Radio av Circles

12. Youth of the Nation av Sattelite

13. Without Jah, Nothin’ av Sattelite

14. Alive av Sattelite

15. Listening for the Silence av Circles

 

Eyka:

16. On Fire av Murdered Love

17. Set it off av Sattelite

18. Murdered Love av Murdered Love