Spæla fjórðingsfinalu ímóti vertstjóðini fríggjakvøldið

Verandi Emerging Nations meistararnir, Føroyar spæla fjórðingsfinalu ímóti Bulgaria í annaðkvøld

Ígjár hevði føroyska manslandsliðið ein lættan dag á kontórinum við einum 44-6 (18-1) sigri á Armenia. Føroyar vunnu bólk D við fullum stigatali, seks stigum frammanfyri Kina við fýra stigum, Moldova við tveimum stigum, og Armenia, sum einki stig fekk.

 

Í annaðkvøld bíðar tann størsta uppgávan higartil. Tá skulu verandi Emerging Nations meistararnir, Føroyar spæla fjórðingsfinalu ímóti vertstjóðin Bulgaria, sum legði út í kappingini við at tapa 22-25 ímóti Kýpros. Bulgaria vann annars 41-34 á Aserbadjan og heili 38-16 á Andorra.

 

Møguleikarnir fyri føroyskum sigri eru til staðar, men við einari heimafjøld ímóti sær verður tað ein øðrvísi uppgáva hjá føroyska liðnum í hesum dystinum.

 

Í sendingini SportBoxin á Rás2 í morgin klokkan 10 verður eitt prát við roynda føroyska spælaran, Trónd Kragesteen um uppgávuna, sum bíðar føroyska liðnum í annaðkvøld klokkan 18.