Talan er um ein vinardyst, ið verður spældur í spildurnýggju fótbóltshøllini Korinn í Kopavági.
Dysturin móti Føroyum verður tann fyrsti A-landsdysturin hjá íslendingum, sum verður spældur innandura, og hetta verður sostatt eisini fyrsti landsdysturin, sum verður spældur í nýggju høllini í Kópavági.
Við tað, at dysturin verður spældur ein dag, ið ikki er avsettur sum landsliðsdagur á kalendaranum hjá evropisku fótbóltssamgonguni UEFA, verður íslendska liðið helst mannað við leikarum, sum spæla heima í Íslandi.