Spæla í Modena

Italska fótbóltssambandið boðaði beint fyri evstamarkið fríggjadagin frá, hvar A-landsdysturin móti Føroyum skal spælast. Hetta verður í Modena, sum liggur miðskeiðis millum Milano og Bologna í norðara partinum av stilvalandinum. Leikvøllurin, sum spælt verður á, eitur Alberto Braglia Stadium, og tekur hesin á leið 21.000 áskoðarar. Roknast kann við, at hetta verður dysturin, har Italia skal vissa sær sætið í EM-endaspælinum, og tí er væl hugsandi, at tað verður fullsett við áskoðarum.