Allir dystirnir í 21. umfari í Betri deildini verða spældir ídag. Fyrsta bríksl verður í trimum dystum klokkan 15, og síðsti dysturin verður ikki liðugur fyrr enn klokkan verður nakrar minuttir í 21 í kvøld.
Tvær grannauppgerðir vera í Eysturoy.
ÍF fer út um Varmakeldueið, og fyrsta bríksl í Sarpugerði verður klokkan 17.
Í fyrsta umfari vann Víkingur 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. 17. mai vann Víkingur 4-0 í Fuglfirði.
Í Runavík fær NSÍ vitjan av EB/Streymi. Har verður fyrsta bríksl klokkan 19.
Í fyrsta umfari vann NSÍ 1-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tá ið liðini hittust á Eiði vann NSÍ 8-1.
Tríggir dystir vera klokkan 15.
Í fyrsta umfari endaði klassikarin í Klaksvík millum KÍ og HB málleysur. Tá ið liðini hittust í Gundadali vann HB trivaligan 4-1 sigur.
B36 er topplið, og í dag fær árstalsfelagið vitjan av Skála. Í fyrsta umfari vann B36 1-0 í Gundadali ímóti Skála, sum tá kendi seg hava betri uppiborið. 17. mai hittust liðini á Skála. Tá legði heimaliðið seg framum, men B36 vann 2-1. Skálamaðurin í B36, Brian Jakobsen, skoraði sigursmálið.
TB fær seinnapartin vitjan av AB, sum í fyrsta umfari fór úr Trongisvági við 2-1 tapi. Tá ið liðini 19. mai hittust á Argjum, javnaði AB til 2-2 við síðsta sparkinum í dystinum.
KÍ – HB: Alex Troleis kl. 15.00
Víkingur – ÍF: Svein Tore Sinnes kl. 17.00
NSÍ – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 19.00
B36 – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
TB – AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36 | 20 | 15 | 2 | 3 | 35 | 16 | 47 |
NSÍ | 19 | 14 | 3 | 2 | 51 | 20 | 45 |
KÍ | 19 | 13 | 3 | 3 | 41 | 15 | 42 |
HB | 20 | 12 | 5 | 3 | 51 | 19 | 41 |
Víkingur | 20 | 12 | 2 | 6 | 41 | 28 | 38 |
Skála | 20 | 8 | 1 | 11 | 23 | 25 | 25 |
TB | 20 | 5 | 4 | 11 | 17 | 37 | 19 |
AB | 20 | 3 | 2 | 15 | 21 | 54 | 11 |
EB/Streymur | 20 | 2 | 3 | 15 | 18 | 46 | 9 |
ÍF | 20 | 1 | 3 | 16 | 15 | 53 | 6 |