Spæla við lagnuna hjá Suðuroynni

Oddagrein:

Í blaðnum í dag sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, at hann vil helst hava trupulleikan við black’outunum hjá Smyrli loystan, men at hann ikki veit, um játtan fæst til hetta.
Álvaratos, hava vit hug at siga. Smyril er farvegurin hjá 5.000 føroyingum til restina av Føroyum – og øvut. Tað ber ikki til, at vit í dagsins samfelag siga, at kanska fáa vit hetta gjørt og kanska ikki, tá um ræður tilverugrundarlagnum hjá einum tíggjundaparti av Føroya fólki. Og í ringasta føri kann talan verða um ein spurning, sum snýr seg um lív ella deyða hjá teimum, sum eru umborð.
Trupulleikarnir við black’out hjá Smyrli eru iki nýggir, men lukkutíð hava veður og vindur spælt við, hvørja ferð hetta er hent. Men vit búgva altso mitt í Atlantshavi, og tá ber ikki til at vóna, at veður og vindur altíð spæla við.
At fara undir nýggja vetrarsigling uttan at tryggja seg best møguligt ímóti endurtøkum av hesum slag, er snøgt sagt at spæla hasard við 5.000 føroyingum, og tað kunnu hvørki strandferðuslustjórin, landsstýrismaðurin ella Føroya løgting standa modell til.
Alternativið er snøgt sagt, at Smyril ongan tíð skal loysa frá landi, uttan so, at tað er full vissa fyri, at vindmegi og –ætt eru av teimum bestu.