Spældu fyri møguleikanum

Gurið Mortensen var komin heim úr Danmark at spæla steypafinalu við VB. Gurið var eisini ein av mest eyðsýndu leikarunum á VB-liðnum í steypafinaludystinum ímóti Stjørnuni, og hon var sum vera man skuffað yvir tapið.
- Eg eri ótrúliga skuffað. Tær tykjast at vera meir klárar enn vit til dystin í dag, og tá gerst tað tungt. Vit eru væl við fyrsta løtuna av dystinum, men vit brenna tvey brotskøst og fáa onkra býtta útvísing, og hetta kostar ov nógv. Við hesum fáa tær møguleikan at leggja seg á odda, og undan steðginum blívur munurin heili fimm mál, so tá sá ikki so gott út.
Gurið helt tó eftir dystin, at VB veruliga royndi at koma aftur í seinna hálvleiki, men at tær tó gjørdust ov stuttar.
- Tá vit koma út til seinna hálvleik, er mótbrekkan brøtt. Vit eru aftanfyri við fleiri málum, men eg haldi, at vit blíva við at kempa. Vit trúgva alla tíðina uppá okkara møguleika, men vit gjørdust tó ov stuttar. Vit koma ongantíð nærri enn fýra mál, áðrenn tær svara aftur, so tá er ikki lætt hjá okkum, staðfesti ein skuffað Gurið Mortensen eftir dystin.