Spælið var nervakent

Sambært rutineraða vestmenninginum Inga Olsen, ið spælur við Neistanum, var spælið hjá heimaliðnum merkt av nervum og ov bráum avgerðum í álopsstøðu.

- Eg haldi at vit høvdu ov nógvar nervar í dag, og kanska er tað orsakað av, at tað er byrjað at gangast Kyndli so væl, og at teir nærkast okkum.

- Álopið hjá okkum gekk ikki ov væl í dag, men eg meti, at verjan stóð nóg mikið stinn, at vit megnaðu at halda VÍF niðuri á so fáum skoringum, og harvið stjala sigurin, sigur Ingi Olsen, ið metur, at Neistin eigur at sláa kalt vatn í blóðið og hugsa um sínar egnu dystir, og ikki dystirnar hjá hinum.

Ingi hevur góðar vónir fyri endan á kappingini, og hann ætlar sær finalusess um FM-heitið.