Spælitíð til Gilla í AaB sigri

AaB liggur á einum bronsuplássi nú fimm umfør resta í donsku superliguni

Gilli Rólantsson Sørensen fekk eitt lítið korter á vøllinum, tá lið hansara AaB í donsku superliguni vann 2-0 á Viborg FF á útivølli.

 

AaB liggur í løtuni á einum triðja plássi í superliguni, sum gevur rætt til evropeiskan fótbólt. Trý stig eru niður til FC Midtjylland, sum hevur 46 stig. FC Keypmannahavn er greitt á odda í superliguni við 59 stigum, Sønderjyske liggur á øðrum plássi við 52 stigum.

 

Komandi hóskvøld tekur AaB ímóti FC Keypmannahavn. Danska kappingin endar sunnudagin 29. mai. Tá verður næsta uppgávan hjá Gilla Rólantssyni Sørensen at spæla landsdyst ímóti Kosovo í Frankfurt í Týsklandi, fríggjadagin 3. juni.