Spæla í Trongisvági nú fyrrapartin

1.DEILD: Við heimasigri vann Undrið FF seg í gjárkvøldið fram á bronsuplássið

Undrið FF eigur trúfastar áskoðarar Mynd: Undrið FF

Fýra dystir í næstbestu fótbóltsdeildini eru í dag. Tann fyrsti er nú longu klokkan 11.30. Hann verður við Stórá í Trongisvági, har TB hevur vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. TB er topplið, og NSÍ er næstaftast. Hjá TB hevur tað ikki hilnast so væl tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið tað á heimavølli er endað við 4-3 heimatapi ímóti Víkingi og 2-2 á heimavølli ímóti B36.

 

Síðsti TB sigurin var 3-1 á útivølli ímóti júst NSÍ. Fyri viku síðani var tað óvæntað, tá ið NSÍ á heimavøllinum, sum nú er í Hólmanum á Eiði, meðan graslíkið í Runavík verður skift, megnaði 2-2 ímóti ÍF, sum er fremsti avbjóðarin hjá TB.

 

Longu í gjárkvøldið var fyrsti dystur í hesum umfarinum. Tá vann Undrið FF 3-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Sigurin ber við sær, at Undrið FF er á triðja plássi, meðan 07 Vestur framvegis er aftast. Villiam Emil Klein skoraði eitt av málunum og er næstbesti málskjútti í deildini við 11 málum. Fremsti málskjúttin er TB spælarin Mikkel Blåholm, sum hevur skorað 20 mál.

 

 

 

Í gjár

 

Undrið FF – 07 Vestur 3-0

 

1-0: Villiam Emil Klein 31.

 

2-0: Tóki Næss Rasmussen 49.

 

3-0: Rói Jacobsen 67.

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

 

 

Í dag

 

KÍ – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 18.00

 

Víkingur – B71: Rani A. Skaalum kl. 14.00

 

B36 – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

 

TB – NSÍ: Jón Tór Baldvinsson kl. 11.30 

 

Undrið FF eigur trúfastar áskoðarar Mynd: Undrið FF