Tá Malta í gjárkvøldið leikti venjingardyst móti Slovakia á útivølli, var ein heldur margháttlig støða beint áðrenn dysturin byrjaði.
Tá leikararnir hjá Malta stóðu klárir á vøllinum at syngja tjóðsangin, var tað heldur óheppi at sangurin Numb hjá Linkin Park ístaðin rungaði úr hátalarunum.
Bæði leikararnir og áskoðararnir rundanum vøllin tóku tó støðuna við einum stórum smíli.
Omanfyri ber til at síggja hendingina.