Sponsku ítróttar-fjølmiðlafólkini kenna seg rættiliga vís í, at Spania fer at sigra á Svøríki í dag. Høvuðsorsøkina siga spaniumenn verða, at Henke Larsson er ov gamal til at kunna fylgja við tí skjótt spælandi spanska liðnum. ?Henrik Larsson fær stórar trupuleikar við leikferðini. Hann hevur jú spælt í svensku fótbóltsdeildini síðstu árini.? Sigur spanski ítróttartíðindamaðurin José Antonio Espina. Sponsku fjølmiðlarnir spurdu eisini venjaran hjá Svøríki, Lars Lagerbäck hví hann hevur tikið Henke Larsson út til svenska hópin, tá hann er 37 ára gamal? ?Hann er væl og virðiliga kvalifiseraður. Hann fyllir sítt pláss í hópinum væl og virðiliga. Ímóti Grikkalandi vísti hann seg verdan álitið vit høvdu á honum. Tit spaniumenn hava sæð hann spælt í Barcelona, og tit hava sæð í verki, at hann fær spælarnar kring seg at fungera betri, og at Henke eisini er ein sera gløggur spælari. Eg síggi ongan trupuleika við, at Henke er 37 ár.? Segði Lars Lagerbäck við sponsku fjølmiðlarnar.