Spaniastova, Miðstovan og Leikalund, ið eru partar av Norðoya Fornminnasavni, hava fingið enn ein viðspælara. Beint omanfrá Miðstovuni er ein prýðilig trappa sett upp í dag, sum næmingar í Tekniska Skúla hava gjørt. Hetta sum partur undirvísing teirra, har hegnisligi lærari teirra hevur verið Sjúrður Sólstein.
Henda trappan skal eisini hava sín leiklut uttandura, har hon kann virka sum ein pallur at røða frá ella handa seyp á - eitt nú á Norðoyasetvnu, sum verður í vikuskiftinum.
Sjálvandi skal bera til at ganga út og inn frá Miðstovuni umvegis nýggju trappuna. Ella eisini at sita og hugna sær á henni – eins og Spanska trappan í Rom frá 1725 .
Men tá ið nú Spaniastova eisini er í húsinum, so er ikki langt frá, at tey í Klaksvík hava fingið eina “Spanska trappu” eisini.
Til lukku við stásiligu trappini, sum gagnar so mongum.
Orð og myndir: Dávur Winther