Sparikassagrunnurin selur partabrøv í Sparikassanum

Føroya Sparikassi fyrireikar seg til skráseting á Virðis­brævamarknaði Før­oya, og tí hevur Sparikassagrunnurin sum størsti parta­eig­ari tikið avgerð um at selja ein part av sínum partabrøvum í Sparikassanum

Partaeigarar í Føroya Spari­kassa og onnur áhugað fáa í tíðarskeiðnum frá hós­deg­num 17. november til fríggjadagin 9. desember høvi at keypa partabrøv í Sparikassanum.
Tað er Sparikassa­grunn­urin, ið hevur tikið avgerð um at selja ein part av sín­um partabrøvum í Spari­kassanum. Grunnurin eigur 93,47% av partapeningi Sparikassans, sum sam­an­lagt er 679,311 mió. kr. Sparikassagrunnurin er tí nógv størsti partaeigarin í Føroya Sparikassa.
- Tað hevur ligið í kortunum, at Sparikassagrunnurin skal minka um sín ognarpart, so­leiðis at onnur fáa høvi at ogna sær ein størri part av partabrøvunum, og nevnd­in heldur tað vera hósk­andi at selja partabrøv nú, sigur Frithleif Olsen, for­maður í nevndini fyri Spari­kassagrunnin og Føroya Spari­kassa.
Sparikassin hevur havt ein virknan leiklut í sam­bandi við stovnanina av Virð­is­brævamarknaði Før­oya, VMF, og longu í juni gjørdist Sparikassin limur á ICEX/VMF.
- Ætlanin hevur alla tíð­ina verið, at Sparikassin skal skrásetast á Virðis­bræva­marknaðinum, og tað er í hesum ljósi, vit skulu síggja partabrævasølunum, ið nú byrjar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
Hann vísir á, at tað er eitt krav til fyritøkur, ið vilja skrá­setast á VMF, at 30 pro­sent av partabrøvunum eru í umfari, og hendan sølan er ein liður í at røkka teimum 30 prosentunum.
Ein leistur er lagdur fyri partabrævasøluna, og hann ber í sær, at verandi partaeigarar fáa rætt til at keypa eitt partabræv fyri hvørji trý partabrøv, ið teir eiga frammanundan. Tó fáa partaeigarar í minsta lagi høvi at ogna sær 20 nýggj partabrøv við áljóðandi virði á 100 krónur hvørt. Partabrøvini verða seld til kurs 160, og tað merkir t.d., at 20 partabrøv við áljóðandi virðinum á tilsamans 2.000 krónur kosta 3.200 krónur. Harumframt kemur vanligur handilskostnaður.
Í tann mun at verandi parta­eigarar ikki gera rætt sín galdandi, kunnu nýggir partaeigarar ogna sær upp til 20 nýggj partabrøv til kurs 160. Tað, sum tá er ótekn­að, verður selt teimum, ið ynskja at keypa fyri meira enn tillutingina omanfyri.
Harumframt fáa starvsfólk í samtaki Sparikassans høvi at ogna sær eina ávísa mongd av partabrøvunum.
Partaeigarar fáa ein av kom­andi døgunum bræv frá Sparikassanum um keyp av partabrøvum. Onnur áhug­að kunnu venda sær til Sparikassan.