Sparingar raka bara Suðuroy

ELDRARØKT Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki, at suðuroyingar skulu vera teir einastu, sum fáa spariknívin hjá samgonguni at smakka næsta ár

- Tað er óvirðilgt at seta sparingar í verk í óðum verkum, uttan at kanna avleiðingarnar og uttan at kanna aðrar møguleikar.
Tað staðfestir Tvøroyrar Býráð.
Býráðið hevur havt fund um sparingarnar, sum Rósa Samuelsen hevur í hyggju at seta í verk á eldraøkinum í Suðuroy næsta ár.
Hon ætlar, at átta tveymannakømur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimið skulu gerast um til einmansstovur.
Tað merkir, at so hvørt fólk á tveymannakømrum fella frá, flytir ongin nýggur inn.
Tað merkir at átta pláss verða færri á heiminum og næsta ár skal tað føra eina sparing við sær upp á 2,7 milliónir.
Ein avleiðing av tí verður, at upp 10 ársverk skulu sparast burtur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, men av tí, at so nógv arbeiða niðursetta tíð, verður tað upp til 15 fólk, sum missa starvið.
Men tað fær esini avleiðingar fyri nýggja ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági, tí tá ið tað letur upp næsta ár, verður tað ikki við fullum kapasiteti fyri at tryggja, at sparingin næsta ár verður rokkin.

Rakar bara Suðuroy
Tað kemur meiri og meiri undan kavi um spariætlanina og tað nýggjasta er, at næsta ár fara hesar sparingarnar bara at raka Suðuroynna.
Ætlanin er at niðurleggja fleiri tveymannakømur á eldraheimum kring landið, men tað verður ikki fyrrenn í 2012, at sparingar skulu setast í verk í Klaksvík og í 2013 skulu tær setast í verk í Vestmanna.
Tað hendir so hvørt tey nýggju heimini, sum verða bygd har, verða tikin í brúk.
Tað visti borgarstorin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sum eisini er formaður í stýrinum fyri Suðuroyar Ellis- og Røktarheim at upplýsa fyri býráðnum.
Og Tvøroyrar Býráð vil ikki góðtaka, at Suðuroy skal vera einasta pláss í landinum, sum verður rakt av sparingum.
- Verða sparingar framdar í Suðuroy næsta ár, hava vit als onga vissu fyri, at somu sparingar verða settar í verk aðrastaðni í 2012 og í 2013, siga Býráðslimir á Tvøroyri.
Er tað avgjørt neyðugt at spara, mæla teir heldur til, at sparingarnar upp á 2,7 milliónir verða býttar ímillum øll heimini í landinum, tí so verður so lítið í part at spara.

Alt ov illa lýst
Tvøroyrar Býráð heldur eisini, at spariætlanin er so illa lýst, at hon reisir nógv fleiri spurningar, enn tað eru svar.
Eitt nú vildi Jaspur Vang hava at vita, hvussu bíðilistar síggja út og tað er býráðið samt við honum í.
Býráðið vil eisini vita, hvør skal gera av, hvør sleppur í nýggja heimið í Vági at búgva og, hvør verður setanarmyndugleiki, tá ið størv skulu setast.
Tað eru tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, sum byggja ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági.
Men Tvøroyrar Býráð við eisini hava at vita, hvussu treytirnar verða, tá ið fólk úr øðrum kommunum fáa búpláss á heiminum og, hvør skal betala fyri tey.
- Hetta eru spurningnar, sum Nærverkið ikki hvur svar upp á í løtuni, sigur borgarstjórin á Tvøroyri og formaðurin í stýrinum fyri Suðoyroyar Ellis- og Røktarheim.
Les eisini greinina: Tørvur á minst 20 plássum afturat