Tórshavnar Skipasmiðja hevur gjørt íløgur í spesialamboð upp á 280.00 krónur.
Um dagarnar er komin ein nýggj maskina fyri eina kvart millión at standa á Tórhavnar Skipasmiðju.
Hetta er maskina, sum brúkt verður at slípa fóðringar í skipsmaskinum við.
»Arbeiði, sum einir tveir- tríggir menn fyrr kundu brúka eina viku um, ger hendan maskina nú upp á einar tveir dagar,« sigur Kári Holm Petersen á verkstaðnum á Skipasmiðjuni.
Og maskinan ger helst arbeiðið betri, heldur hann. Soleiðis at skilja, at maskinan møðist ikki og arbeiðið verður javnari.
Hóast maskinan hendan dagin stóð inni í smiðjuni, er ikki neyðugt altíð at taka allar fóðringarnar í land. Til ber at fara umborð við maskinuni og so gera arbeiðið umborð á skipinum.
Slíkt viðlíkahaldsarbeiði sum hetta, maskinan ger, loysir seg væl í seinna enda, sigur Kári Holm Petersen.
Maskinan ger, at minni smyrjiolja verður brúkt, og at slitið verður javnari.
Eisini hevur Skipasmiðjan fingið eina maskinu sum mátar týstið á brennioljupumpuni.
»Ber til við justeringum her at spara eini 5% av brúkinum, vinnur ein slík justering seg inn aftur longu eftir einum ári,« sigur Kári Holm Petersen